Valevni í Tórshavnar kommunu

Aleksandur L. Olsen

Aleksandur er 18 ár og býr í Hoyvík. Hann spælir handbólt og gongur í skúla á Glasi á samfelagsleiði á øðrum ári.

Aleksandur er næstformaður í Framsøkin ung, og har virkar hann fyri, at ung skulu vera ein partur av at taka avgerðir fyri landsins framtíð. Hann virðismetir frælsið ógvuliga høgt. Tú skalt kunna liva og gerast tann, ið tú vilt, uttan at lógir gera tað tyngri fyri teg. Perónliga frælsið skal virðast, og so skal kommunan og landið ikki krevja ella áleggja einum borgara størri byrðu, enn neyðugt er.

- Lat matstovur, skeinkistøð og dansistøð hava opið, tá ið gestirnir eru har, og tá ið møguleikin er at vinna pengar. Verandi skipan er ein vansi fyri okkum ungu og fyri ferðavinnuna. Hetta er ein broyting, sum má koma.

- Kommunan eigur stóran part av bygningunum í miðbýnum. Vilja vit hava lív í miðbýin, skulu nýhugsandi privatir akøtarar sleppa framat at royna seg. Hetta fer at gera miðbýin meira spennandi og dragandi hjá øllum.

- Miðbýurin er perlan í høvuðsstaðnum og somuleiðis í øllum landinum. Broytingar eru gjørdar seinastu árini fyri at gera miðbýin vakrari, og tað er gott. Men nú mugu vit opna Havnará aftur. Eftir mínum tykki skapar hetta ein vakrari og inniligari miðbý. Hetta er ein broyting, sum eg eri sannførdur um kundi verið bæði okkum - og komandi ættarliðum kær.

Aleksandur L. Olsen er valevni fyri Framsókn til býráðsvalið 8. november.