Annfinn Fagraklett

Annfinn Fagraklett er 43 ára gamal, uppvaksin í Kollafirði, men hevur nú búð seinastu 20 árini í Norðragøtu, hann er giftur og hevur 4 børn.

Tað er umráðandi fyri kommununa, at hon verður rikin skynsamt, og at skatturin verður settur niður soleiðis, at íløgur verða gjørdar eftir, hvussu nógvur skattur kemur inn og ikki øvugt.


Aftrat hesum skal:

- Barnafrádrátturin verða kappingarførur við aðrar kommunur.

- Bátahylin í Norðragøtu byggjast út.

- Fótbóltsdystir hjá Víkingi stroymast, so siglandi fólki eisini kann síggja allar dystirnar.


Annfinn er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8. november.


Les fyrstu valgreinina hjá Annfinni her