Valevni í Tórshavnar kommunu

Birgar Johannessen

Birgar er 70 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn. Lonadrongur heilur og sælur. Birgar er einkjumaður, eigur 3 børn og 10 abbabørn. Birgar hevur ein brennandi áhuga fyri Havnini, punktum. Hann hevur savnað saman nær um allar hugsandi lutir, ið hoyra farnu Havnini til og hevur av sínum eintingum stovnað Býarsavnið.

Birgar er útbúgvin av Betty Arge universitetinum og hevur í nær um ein mansaldur starvast við bókhaldi og fyrisiting.

- Sum høvuðsstaður eigur Havnin at hava ein trivnaðardepil til ung, sum ikki skal standa aftan fyri líknandi deplar, sum eru í hópatali hjá grannunum, ein slíkur depil hevði skapt trivnað.

- Havnará skal latast upp, frá Sverrisgøtu - millum Eik banka og gomlu Telefonstøðina - og oman móti Tinghúsvegnum. Hetta vil eg broyta í miðbýnum, og hetta raðfesti eg ógvuliga frammarlaga.

- Tá ið vit tosa um at menna býin, er nógv at tríva í, men fyrst og fremst hevur tað týdning at skapa trivnað til ungdómin. Tey skulu jú trívast og byggja víðari á tað, ið vit leggja lunnar undir og soleiðis verða errin av verðins deiligasta høvuðsstaði.

Birgar er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Birgari HER