Valevni í Eysturkommunu

Fríðgerð Heinesen

Fríðgerð er 55 ár, fødd og búsitandi í Leirvík. Hon er gift Jóhan, og tey eiga 3 vaksin børn. Fríðgerð hevur skrivstovuúbúgving og arbeiðir sum bókhaldari og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum.

Fríðgerð hevur verið kommunustýrislimur í 8 ár og var borgarstjóri í Leirvíkar Kommunu frá 2005-2008, tá ið Gøta og Leirvík løgdu saman í Eysturkommunu.

Fríðgerð helt fram sum býráðslimur, tá ið Eysturkommuna 1. januar 2009 gjørdist veruleiki, og hon vil framhaldandi arbeiða eftir høvuðsgrundgevingunum, sum vóru feldar niður í sáttmálan um kommunusamanlegging:


- at kommunan skal gerast betri før fyri at veita borgarunum eina góða tænastu

- at samskipa umsitingina og raksturin av kommununi

- at kommunan er betur før fyri at taka av nýggjum avbjóðingum í framtíðini

- at samskipa íløgurnar, so at betri nytta fæst burtur úr íløgum og at forða fyri óneyðugum íløgum

- at skapa karmar fyri øktum virksemi í økinum


Spurningurin um býráðssæti er avgreiddur, og fyrsta dagin flytur Eysturkommuna í nýggjan, stásiligan bygning í Norðragøtu. Nú er stundin komin at rógva afturáaftur og hyggja eftir sjálvum grundgevingunum fyri samanleggingini. Hesi mál eru framvegis viðkomandi og skulu tryggja, at Eysturkommuna verður ein vælskipað og framsøkin kommuna.

Fríðgerð Heinesen er valevni á lista F í Eysturkommunu til kommunuvalið 8. november.


Les fyrstu valgreinina hjá Fríðgerð her