Valevni í Eysturkommunu

Hákun Andreasen

Hákun er 51 ára gamal, føddur, uppvaksin og býr í Leirvík. Hann er giftur og hevur 4 børn.

Hákun er útbúgvin BA í søgu og arbeiðir sum savnsteknikari á Fornminnissavninum.

Hákun hevur áður stillað upp fyri Framsókn. Til kommunuvalið í Eysturkommunu í 2012 og til løgtingsvalið í 2015.

Hann fer at arbeiða fyri, at kjarnutænasturnar í Eysturkommununu verða tíðarhóskandi og framatlítandi.

Fíggjarpolitikkurin má rekast soleiðis, at sum mest fæst fyri hvørja krónu soleiðis, at skattatrýstið ikki er óneyðuga høgt. Vit mugu hyggja eftir barnafrádráttinum.

At fáa so mong sum gjørligt at seta búgv í Eysturkommunu er eitt aðalendamál. Tískil mugu grundstykki altíð vera tøk í øllum bygdum í kommununi.

Eysturkommuna eigur nógvar eldsálir í sjónleiki, tónleiki, list og mentan av ymsum slag. Hetta økið eiga vit at raðfesta enn betur í komandi valskeiði. Ein íløga í mentan er eisini ein íløga í vinnulívið.

Eysturkommuna skal vera grøn. Bæði tá ið tað kemur til varandi orku, og tá ið tað kemur til fríðkan og gróðursetan.

Persónliga frælsið er ein av grundsúlunum í øllum framburði. Hetta skal eisini síggjast í verki, tá ið nýggja býráðið tekur við á nýggjárinum.

Hákun er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8 november.

Les fyrstu valgreinina hjá Hákun her