Handan Framsókn

Stigtakarar til Framsókn vóru: Poul Michelsen og Hanna Jensen

Tað byrjaði sum eitt átak. Nøkur fá fólk komu saman, summi tilvitað og unnur av tilvild. Felagsnevnarin fyri prátið var, at okkurt mátti gerast. Um ikki annað, so fyri at fáa verandi flokkar á tingi og í samgongu, at taka samfelagstøðuna í álvara.
Sum frá leið, vaks hesin lítli hópurin av fólki. Hvar enn vit vendu okkum, vóru fólk á einum máli um, at soleiðis kunnu Føroyar ikki leiðast. Endin varð, at vit fóru undir at savna inn undiskriftir fyri at kunna stovnseta ein nýggjan flokk. Ein flokk, sum ódálkaður kundi fara eftir málunum og ikki eftir fólkunum.
Innsavningin fór í gongd og ikki færri enn 2.500 fólk tóku undir við, at Framsókn skundi setast á stovn.
Her kanst tú síggja áheitanarskjalið: Røra í grýtuni

Síðan vóru undirskriftirnar handaðar myndugleikunum og stutt eftir, kom skriv úr Innlendismálaráðnum, ið kunngjørdi, at Framsókn er skrásettur flokkur og kann stilla upp til komandi løgtingsval.

Stovnarar:
Eyðna L. Hansen
Eli Christiansen
Finn Jensen
Hanna Jensen
Hans Anfinnson Norðfoss
Harriet Davidsen
Janus Rein
Óluvá Waagstein
Poul Clementsen
Poul Michelsen
Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

Floksnevnd:

Poul Michelsen, formaður
Hanna Jensen, næstforkvinna
Óluvá Waagstein
Ruth Vang
Bjarni Rasmussen, Framsøkin Ung

Tiltakslimir eru:

Hákun Andreasen
Dorit Hansen
Karlot Hergeirsson
Oda Andreasen
Sunneva Háberg Eysturstein

Framsókn hevur landsfund einaferð árliga í apríl mánaði, har landsfundurin velur eina floksnevnd. Floksnevndin skipar seg sjálva og velur ein floksformann/kvinnu millum politisku umboð floksins, ið eru tingfólk og landstýrisfólk floksins.

Røra í grýtuni.pdf