Hanna Jensen

Hanna Jensen varð vald á løgting við seinasta løgtingsval. Hon umboðar flokkin í fylgjandi løgtingsnevndum:

Mentanarnevnd, forkvinna

Lokalnevnd

Uttanlandsnevnd, varalimur

Rættarnevnd, varalimur

Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum. Hon starvast sum studentaskúlalærari og er eisini lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Hanna Jensen er býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini, varatingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Haraftrat er Hanna franskur konsul í Føroyum.