Valevni í Tórshavnar kommunu

Høgni Reistrup

Høgni er 32 ára gamal og vaksin upp í Havn. Hann hevur búð uttanlands í fleiri ár og er nú búsitandi í miðbýnum við unnustu og 5 ára gomlu dóttrini.

Les greinina Kunnu ikki brúka 3,6 milliardir uttan ideologi

Les greinina: At brúka pengar hjá øðrum

Les greinina: Prutlandi, kókandi, vaksandi býur

Hann hevur skrivað og ritsjórnað bøkur, spælir tónleik og hevur eisini verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Gerandis starvast hann við samskifti, og hann er útbúgvin Cand.mag í miðlavísindum.

Høgna brennur fyri einum tíðarhóskandi samfelagi, og her ganga Havnin og Framsókn undan.

- Tað er umráðandi fyri meg, at fólk sleppa at liva lívið eftir egnari sannføring. Havnin er okkara høvuðsstaður, so tað er her, vit veruliga kunnu gera mun og loyva nýggjum virksemi at fóta sær og nýggjum lívsstílum og mentanum at blóma.

- Føroyar broytast skjótt beint nú, og eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki bara eru til reiðar at mýkja broytingarnar inn í okkara bý, men at vit eisini skilja og hava verið úti í heimi og soleiðis vita, hvat tað er, sum hendir beint nú og fer at henda. Nógvir útisetar flyta heim, og tað er einastandandi, og vit skulu altíð bjóða teimum at vera vælkomnar heim og vælkomnar til Havnar at búgva.

- Havnin er okkara fremsti tænastubýur og mentanarbýur. Her hendir nógv. Eg trúgvi so nógv uppá frælsa framtakið og sjálvstøðug í vinnuni, at tað almenna skal blanda seg nógv minni og halda meira aftur. Vit skulu hava størri álit á, at virksemi ber seg á handilsligum grundarlagi.

Høgni er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.