Valevni í Tórshavnar kommunu

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

Sissal er 43 ár og uppvaksin í Havn.

Hon er búsitandi í Gundadali, og har rekur hon millum annað sítt egna virki, Shisa Brand. Útbúgving Cand.merc. í sniði og samskifti, og hon hevur í mong ár starvast við marknaðarførslu, umframt at hon eisini hevur drúgvar undirvísingarroyndir.

Sissal heldur, at umframt at kommunan sjálvandi skal tryggja skattgjaldaranum kjarnutænastur, so skal Havnin verða opin soleiðis, at tú sleppur at liva lívið í býnum eftir egnari sannføring.

- Eg elski íverksetaraandan, og eg elski skapanarandan og tann ágóðan, sum hesin smittar av í býnum, og júst tí má kommunan ansa eftir, at hon ikki átekur sær leiklutin sum íverkseti, tí tá køvir hon góða andan. Tað skapar leti og kravmentan. At reka virksemi og vinna pengar megnar vinnan best sjálv. Tað er drívmegin hjá tí einstaka, sum skapar varandi vinnu og ikki skiftandi politikarar.

- Í ferðavinnuni eru møguleikarnir óteljandi, og hugskotini eru eisini mong. Men tað almenna tekur ov nógv á seg. Tað er, sum halda summi, at tað er uppgávan hjá myndugleikunum at skapa virksemi, men tað er tað ikki.

- Eg vil hava eina langtíðarætlan, og hon hevur skund. Hvat arbeiða vit fram ímóti, hvat vilja vit í Tórshavnar kommunu? Tað er kostnaðarmikið at arbeiða uttan eina ætlan, tí tá verða tiknar alt ov nógvar tilvildarligar og skeivar avgerðir. Vit hava sæð ov nógv oyðsl og tilvildarliga nýtslu, sum í mongum føri kosta nú og í framtíðini. Vit kunnu betra munandi um umstøðurnar í kommununi, fær borgarin ágóðan av skattapeninginum til fulnar. Eg vil hava eina langtíðarætlan fyri kommununa, har hon heldur seg til kjarnutænasturnar.

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen er valevni fyri Framsókn til býráðsvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Sissal HER