100-tals mió. til vinnuna og samfelagið

Framsókn er ein tíðarhóskandi vinnuvinarligur flokkur. Tí er tað ikki so løgið, at vit eru samd við Vinnuhúsið um, at tað er neyðugt at fáa “skil á fiskivinna” (teirra orðing), og at fiskivinnan skal vinna fleiri 100 milliónir krónur meira um árið til frama fyri okkum øll. Men tað krevur, at vit politiskt gera mangt øðrvísi, enn vit hava gjørt tað higartil. Her er reseptin hjá Framsókn – ein resept, sum krevur evnini at gera eina yvirskipaða dagsskrá, seta greið mál og at vísa eitt lítið sindur av dirvi:

1. Vit mugu undir ongum umstøðum gera tað fíggjarliga truplari fyri heimaflota okkara. Tí mugu øll politisk átøk snúgva seg um at styrkja fiskivinnuna, so hon kann vinna meira – til frama fyri BÆÐI vinnuna sjálva og alt samfelagið.

2. Vit eiga at endurmeta allar fiskiveiðuavtalur við onnur lond og seta størri kreftir inn uppá at samráðast um størri nøgdir í okkara part, serliga av uppisjóvarfiski. Ongum nýtist at ivast í, at vit eiga størri rættindi, og bara í hesum liggja stórar meirinntøkur til BÆÐI vinnuna og tað almenna!

3. Vit mugu beinanvegin boða greitt frá, hvørjar politiskar leiðreglur verða galdandi fyri, hvussu vinnan – og hvør í vinnuni – sleppur framat nýggjum rættindum, og hvørjar reglur verða galdandi fyri tey meira siðbundnu rættindini eftir 2018.

4. Tá rættindi verða tillutað víðari, skal virðing og atlit vísast teimum, sum við dirvi, hegni og hepni hava verið við til at tryggja Føroyum hesi rættindi og neyðuga vitan. Fleiri teirra traðkaðu til, har og tá onnur ikki hættaðu sær.

5. Leiðreglurnar skulu greitt áseta, at vit umsita tilfeingið lívfrøðiliga burðardygt, bæði fyri at fáa nógv meira burturúr tí, og fyri at vísa okkara børnum og teirra børnum samhaldsfesti.

6. Vit staðfesta greitt, at alt náttúruríkidømi er ogn Føroya fólks. Allur fiskur skal í prinsippinum upp á land í Føroyum og skrásetast her. Landingar uttanlands kunnu sum undantak verða loyvdar í góðkendum havnum og tá undir eftirliti. (Øll grannalond okkara verja sína rávøru, og tí noyðast eisini vit at geva føroyskari framleiðslu framíhjárætt).

7. Tey, sum hava bestu ætlanirnar fyri, hvussu tey troyta rættindini á ein hátt, sum bæði skaffar teimum sjálvum eitt gott fíggjarligt avkast og samfelagnum mest í spennandi arbeiðsplássum og virðisøking, skulu í prinsippinum hava fyrstu rættindini til tilfeingið.

8. Tey, sum fáa rættindi at troyta tilfeingið, skulu lata eitt avkast til almenningin fyri hesi rættindi – antin sum virðisskapandi føroyskt virksemi ella sum beinleiðis tilfeingisgjald. Eitt uppskot kundi verið at

a) vit lata føroyskt virkaðan fisk sleppa heilt undan, b) vit lata fisk, sum er landaður her, men fluttur meira og minni óvirkaður av landinum, rinda eitt ávíst gjald, meðan c) vit lata fisk, sum verður landaður beinleiðis uttanlands, rinda hægsta gjaldið. (Hetta er ikki eitt liðugt uppskot, men bert eitt íkast til eitt opið orðaskifti).

Eitt serligt tilfeingisgjald kann verða tikið av heilt nýggjum rættindinum til uppisjóvarfisk. Her eru meirvirðini so ovurhonds stór, at ríkiligt skuldi verið til øll.
Vinnuhúsið sigur okkum, at vit við at skipa fiskivinnuna á annan hátt kunnu fáa umleið eina hálva milliard meira um árið burturúr bara toskinum og hýsuni.
Vit kunnu eisini taka makrelmálið seinastu tvey árini – bert sum eitt dømi um eitt tilfeingi, sum vit í fleiri ár ikki hava troytt nóg væl til samfelagsins besta: Høvdu tey 150.000 tonsini, sum vit nú hava kravt, verðið seld reiðarum í ES eftir teirra mannagongd, høvdu tey farið fyri einar 90 krónur fyri kilo sum eingangsgjald. Okkara makrelkvota kundi soleiðis verðið seld fyri 13 og eina hálva milliard!
Nú ætlar Framsókn ikki at býta makrelin eftir ES-háttinum. Men roknistykkini vísa okkum, hvørji virði vit hava um hendi. Ikki at gagnnýta tey til fulnar er ikki bara politiskt, men eisini moralskt forkastiligt.


Tróndur Djurhuus


Framsókn
www.framsokn.fo – www.facebook.com/trondurdjurhuus