844 milliónir uppá 15 minuttir - ella villeiðingar og einfaldingar?

Summi hava kanska lagt merki til, at Fólkaflokkurin hevur ilskast inná eitt so kallað "reytt útreiðslugildi", tí at samgongan á løgtingsfundi tann 15. mai nýtti 15 minuttir uppá at samtykkja nøkur uppskot, ið skuldi svara til 844 milliónir í løguútreiðslum. Men hyggur mann nærri eftir, hvat var samtykt, so er støðan ein onnur, bæði fyri peningin, og fyri dupultmoralin hjá Fólkaflokkinum.

Játtanin áljóðandi 200 milliónir til Havrannsóknarskip var samtykt á sumri í 2011 av minnilutastjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, og skuldi fara úr gildið um árslok í 2015. Samgongan valdi at leingja gildistíðina fyri upprunaligu verklagslógina til 2020, og hækkaði játtanina við 15 milliónir (eg var sjálvur varamaður í Løgtinginum til 2. viðgerð). Jógvan á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum vóru til øll til staðar, og eg kann heilsaog siga, at uppskotið frá 2015 var samtykt við 27 út av 27 atkvøðum. Játtanin, ið var samtykt hesuferð, var altso ein hækking við 71 mió. upp á 286 mió., tí at tilboði hjá Mest ikki fór at halda. Ikki ein samlað útreiðsla uppá 300 milliónir.

Uppskotið til løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarð var endaliga samtykt við 28 atkvøðum fyri, ongar blankar, og ongar ímóti. Jacob Vestergaard, ið er limur í fíggjarnevndini, mælti saman við restini av nevndini Løgtinginum at taka undir við uppskotinum.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at veita Føroyum eitt talgilt undirstøðukervið. Útreiðslurnar til Talgildu Føroyar verða mettar at vera 150 mió., men landi skal harav bert gjalda 90 mió., meðan hinar 60 verða fíggjaðar av ørðum partum. Í aðrari verklagslóg “Løgtingslóg nr 168 frá 24. desember 2015 um at keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina Talgildu Føroyar” vóru játtaðar 10 mió. kr. og harav eru brúktar umleið 5 mió. Fólkaflokkurin tók undir við tí uppskotinum, bæði áðrenn og aftaná broytingaruppskotinum við 2. viðgerð, ið lækkaði upphæddina úr 145 niður í 10 milliónir (var eisini varamaður í Løgtinginum til ta viðgerðina).

Uppskotið um at heimila Húsalánsgrunnin at fíggja bygging av bústøðum fyri upp til 250 milliónir er ein neyðug útreiðsla fyri at nøkta tann akutta bústaðartørvin, ið vit hava í Føroyum. Tað er ein neyðug íløga, ið samgongan hevur framt. Fólkaflokkurin var einasti flokkur, ið atkvøddi ímóti uppskotinum.

Eykaútreiðslurnar til Glasir eru 26,5 mió, og skulu nýtast til undirvísingaramboð og flagtekju. Hinar 87 milliónirnar eru eitt útlegg fyri at dekka fyribils meirútreislurnar hjá Landsverk, inntil gerðarrætturin hevur tikið støðu til krøvini um dagbøtur og trygging frá TG-verk og AXA í mun til seinkingar og øðrum. Um Landsverk vinnur gerðarrættarmálið koma omanfyristandandi 87 milliónirnar inn aftur í landskassan. Fólkaflokkurin hevði verið noyddur at gjørt tað sama, um hann sat við valdinum.

Umframt má nevnast, at allar útreiðslurnar eru spjaddar út ígjøgnum eitt langt áramál, yvir fleiri løgtingsfíggjarlógum, so hasir 15 minuttirnir siga akkurát onki um nakað ”útreiðslugildi”.

Við øllum hesum villeiðingum og einfaldingum, er tað eyðsæð, at hetta er ein desperatur Fólkaflokkur, ið onki dugur longur enn at sita í Løgtinginum og peika, hvar tey reyðu sita.

Bjarni K. Petersen

Framsókn