Á veg móti einari lønandi fiskivinnu

Fiskivinnan skal eiga hægstu raðfesting við tí endamáli at hon gerst kappingarfør og lønandi. Øll fiskiveiða skal verða grundað á fiskifrøðiligar tilráðingar frá Havstovuni.

Ein 3-5 ára skiftisskipan skal tryggja at øll veiða verður lívfrøðiliga burðardygg.

Ein verjuskipan skal tryggja tilgongdina av smáfiski.

Allar stuðulsskipanir eiga at falla burtur yvir eitt 3 – 5 ára tíðarskeið.

2018 verða øll veiðuloyvi endurnýggjað at tryggja lønsemi, best møguligan samfelagsbúskap, lívfrøði, fjølbroytni, orkunýtslu, vinnufrælsi og verandi vinnu.

Dentur skal leggjast á at gagnnýta alt tilfeingið. Ein granskingar- og verksetarafígging eigur at tryggja at hetta hendir.

Politiska skipanin skal miðsavna seg um at gera karmarnar og ikki stýra fiskivinnuni í smálutir, soleiðis at vinnan sjálv fær møguleika at virka og tillaga seg føstum kendum karmum.

Krøv ella gjøld kunnu áleggjast øllum fiskiloyvum við atliti til størsta samfelagsliga týdningin.