Mynd: portal.fo

Ársfundur í Framsókn

Skrá til ársfund 29. apríl 2016

Við ávísing til viðtøkur floksins, bjóða vit til ársfund í Katrinu Christiansen við Bringsnagøtu, leygardagin 29. apríl 2016 kl. 10:00


Val av fundarstjóra og -skrivara

Frágreiðing frá farna árinum (politisk og felagslig)

Steðgur

Framløga av roknskapi floksins

Framløga og orðaskifti

Hanna Jensen

Ruth Vang

Bergun Kass

Bjarni Rasmussen

Val av floksnevndarlimum:

Tveir limir, og tveir tiltakslimir, verða valdir á hvørjum ári, fyri tvey ár. Tá flokkurin ikki hevur politiska umboðan, verða tó tríggir limir valdir.

Val av grannskoðara.

Áseta limagjaldið fyri komandi ár.

Innkomin mál.

Ymiskt.

Fundarstjórin kann gera broytingar í raðfylgjuni í skránni, um hetta er neyðugt.


Seinni partur av ársfundinum, sum eisini er opin fyri almenninginum, byrjar kl. 13:30


Um at vera heimsborgari í Føroyum

Dánjal Hoydal Til Ukraina og aftur er líka langt

Spurningar/kjak


Um at vera tilvitað ótilvitað

Gutti Winter Tjóðskapur er einmannarættur

Spurningar/kjak


Meirvirking og meirvirði úr tilfeinginum

Arnljótur Bjarki Bergsson, Matís Gransking og menning innan matvørur úr sjónum

Spurningar/kjak