At búgva í Føroyum – eisini í morgin

Fólkaflytingin er størsta avbjóðingin vit føroyingar í dag hava og nakað má gerast fyri at venda hesi lagnugongd.

Vit eru í dag knappliga 2000 fólk færri í aldursbólkinum millum 20 og 40 ár enn vit vóru fyri 15 árum síðan og samstundis eru vit 5000 fleiri omanfyri 50 ár.

Unga fólki støðist ikki í Føroyum og tí er spurningurin ikki hvar mann býr í Føroyum, men um at búgva í Føroyum.

Tað er ein sannroynd at stórur partur av teimum ungum millum 20 og 30 ár eru burtur úr samfelagnum. Okkum tørvar hesi at taka virknan lut í gerandislívinum og í samfelagsmenningini.

Hetta er størsta avbjóðingin vit standa frammanfyri og tí er neyðugt, at alt verður gjørt fyri at venda hesi gongd – vit hava heilt einfalt ikki ráð til nakað annað:

Tí vil Framsókn føra ein málrættaðan politikk, sum gevur møguleikar hjá ungum at støðast í Føroyum.
• at bústaðarmøguleikarnir gerast betri, fleiri og fjølbroyttari.
• at møguleiki skal verða fyri at taka fleiri universitetsútbúgvingar her í Føroyum.
• at lestrarstuðul er á hædd við tað lesandi fáa aðrastaðni.
• at barnafamiljur verða stuðlaðar við einum progressivum barnakekki til børn upp í 15 ára aldur.