Valevni í Tórshavnar kommunu

Bergun Kass

Bergun Kass er 57 ára gomul, uppvaksin á Strondum og býr í Hoyvík saman við manni og tveimum børnum.

Bergun Kass hevur altíð verið áhugað í viðurskiftum, ið hava við samfelag, arbeiðslív, menniskju og liviumstøður hjá fólki at gera. Hon hevur fíggjarligar útbúgvingar og útbúgving í persónligari menning.

- Eg seti kjarnuvælferðartænasturnar hægst. Málið er, at umstøðurnar hjá børnum, støkum, familjum og eldri eru bæði virðiligar og góðar.

- Tað er gott við einum sunnum dynamikki millum alment og privat. Vit mugu vita, stinga út í kortið og leggja upp til privata luttøku í tann mun, tað til ber.

- Vit mugu altíð verða til reiðar at endurskoða, hugsa nýtt, hugsa øðrvísi og altíð seta brúkaran í hásæti. Politiska avbjóðingin er samstundis at lyfta seg upp um gerandis-/realpolitikk, dagføra visjónir fyri bý og meginøkið, bæði við atliti at menning, vøkstri, broytt samferðslukervi við nýggju tunlunum og við atliti at altjóðagerð.

Bergun er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. November.

Les fyrstu valgreinina hjá Bergun HER