Bergun Kass helt røðu í sambandi við móttøku í Bláa Krossi

Carolines livsfortælling

Kaspers livsfortælling

Jonas livsfortælling

Soleiðis stóð, tá eg royndi at googla – ung og alkoholtrupulleikar. Óteljandi nøvn, óteljandi lagnur, óteljandi sorgir, óteljandi einsemi og soleiðis kundu vit hildið áfram. Misnýtslan verður eins lívssøga ella lagnusøga.

Sum almennur myndugleiki lofta vit fjøldini, felags avbjóðingum, felags ynskjum og felags trupulleikum. Fella viðurskiftini uttanfyri hetta felags og alment góðkenda, tykist myndugleikin ikki at vera líka greiður ella fullfíggjaður ella eru tilgongdirnar so drúgvar og fjølbroyttar, at torført er at skipa heildartilboðið. Soleiðis er við rúsevnismisnýtslu.

Tí misnýtslan máar undan og brýtur niður lívsgrundarlagið til likams og sálar. Og her skulu steinar lagast upp aftur á so nógvum frontum. Ikki tykkum at siga. Og hesir steinar skulu ikki keypast og byggjast, men leggjast uppá pláss aftur, saman við fólki, saman við bólkum og saman við eldsálum, sum hava hug, hegni, kærleika og yvirskot til at geva av sær sjálvum.

Sum barn og ung á Strondum vóru tvey hæddarpunkt – tað var jólafestin og tað var blákrossveitslan, ella fyri børn kallað ‘håbets fest’. Í báðum føri hugni í missiónshúsinum við mati, felagsskapi og undirhaldi. Brennivín og misnýtslu kendi eg ikki til sum barn, og tí vístu hesir felagsskapir meira fjøldina av fráhaldsfólki, heldur enn miðvíst fyribyrgjandi arbeiði, ella arbeiði, rættað móti misnýtarum. Ella soleiðis skilti eg tað tá, sá ikki beinleiðis trupulleikan.

Seinni kom fastur mín at verða leiðari á Blákrossheiminum í Havn í nógv ár. Tann vegin fekk eg eygað á tann tyngra partin, sum eg ikki hevði fingið eyga á í missiónshúsinum á Strondum. Fastur mín bleiv ein partur av teimum, og hennara heim hevði ofta vitjan og telefonsamrøður í sambandi við tað arbeiðið.

Men í dag eru vit samlað um nakað annað og øðrvísi. Og eg komi aftur í tankar um ‘håbets fest’. Sjálvt um tað er í einum øðrvísi týdningi, so geva nýggju karmarnir og hetta lutfalsliga nýggja tilboðið okkum vónina. Líka síðani 2003 hava tit víst á tørvin á viðgerð fyri heilt ungu, og fleiri skriv eru send til almennar nevndir og ráð. Tøkk skulu tit hava fyri tað!

Í 2015 ger Heilsumálaráðið eitt upprit og tit, og aðrir líknandi felagsskapir, verða hoyrdir, gera viðmerkingar og vísa á betringar. Í viðari tilgongdini verður so víst á Dialektisk Adfærds Terapi – Dat-ung. Hetta er eitt sokallað lág-gáttartilboð fyri ung við rúsevnistrupulleikum og sum gevur møguleika fyri samstarvi við psykiatriska depilin, er rótfest í almennu skipanini og er í samstarvi við almennar myndugleikar. Ein gjøgnumarbeidd verkætlan.

Í kunnandi framløgu og tilfari, vit sum kommuna hava fingið, síggja vit fakligheit, vit síggja persónligheit, vit síggja eldsálir og vit byggja á kristnu virðini. Samanumtikið ein grundvøllur, ið átti at talað til teirra, ið ynskja fast undir fóti og frið í sinni.

Vegna kommununa, og sum forkvinna í Trivnaðarnevndini, vísi eg takksemi og ynski tykkum alt tað besta, góða eydnu við arbeiðinum, blíðan byrð og Harrans signing.

Bergun Kass