Valevni í Tórshavnar kommunu

Berit W. Samuelsen

Berit er 49 ára gomul vaksin upp í Vesturbýnum í Havn. Hon er gift og eigur tvey vaksin børn.

Hon hevur lisið akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving og er í holt við útbúgving sum skrásettur tryggingarráðgevi. Berit hevur fleiri ára royndir í bankavirksemi, hevur leiðsluroyndir og ráðgivið privat- og vinnukundum.

Berit fer at arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna fær eina tíðarhóskandi ætlan fyri eldraøkið og borgararnar, sum eru yngri enn 67 ár, men av einari ella aðrari orsøk eru vorðnir óhjálpnir.

- Vit hava yvirtikið eldraøkið frá landinum, men tað er ikki nóg mikið. Nú mugu vit skipa viðurskiftini soleiðis, at tey á bestan hátta nøkta tørvin í kommununi. Málið hevur skund, tí nógv avvarðandi eru sperd í gerandisdegnum, og hetta skapar mistrivnað.

- Eg vil arbeiða fyri, at vit fara undir at lata byggja eldraíbúðir í Tórshavnar kommunu. Hetta er ein hjálp hjá teimum, sum vilja búgva longri heima hjá sær sjálvum. Tað skapar nýggjar møguleikar at veita tænastur, og hetta stuðlar eisini upp undir, at fólk ikki sita í einsemi heima, men fáa eitt sosialt lív, sum nú passar til tann einstaka.

- Eg haldi, at tað skal verða lættari at fáa grundstykki í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at øll, sum hava hug, skulu sleppa at skriva seg á listan til útlutanir.

Tórshavnar kommuna skal verða fyri ung og gomul, og tað skal verða stuttligt at búgva her.

Berit er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.


Les fyrstu valgreinina hjá Berit HER