Valevni í Tórshavnar kommunu

Birita Arge

Birita er 47 ára gomul og uppvaksin á Traðavegnum í Havn.

Birita er búsitandi í Hoyvík við manni og 3 børnum. Hon er útbúgvin cand. pæd. í didaktikki og starvast sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesur fíggjarbúskap á Glasi.

Birita hevur sett í verk arbeiðið at brúka endurnýtslu á føroyskum stovnum og skúlum, og hon hevur verið verkætlanarleiðari á felags endurnýtsluverkætlanum, sum fleiri stovnar hava tikið lut í. Hon arbeiðir í løtuni eisini við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn, sum savnar endurnýtslutilfar at brúka á stovnum.

Hon brennir fyri at skapa umstøður fyri, at menniskju trívast, mennast og hava tað gott.

- Eg vil arbeiða fyri, at vit varðveita eitt gott umhvørvi og arbeiða fram ímóti einari grønari kommunu.

- Vit mugu tryggja øllum eina góða lívsleið. Vit skulu altíð fylgja mannarættindasáttmálanum. Barnaárini eru grundin undir okkara víðari leið í lívinum, tí mugu vit hava eitt gott barna- og ungdómsøki.

- Skattapeningurin skal verða nýttur á ein skynsaman hátt og verða borgarunum í kommununi til gagns. Vit skulu ikki krevja meira inn í skatti enn neyðugt.

Birita er valevni hjá Framsókn til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Biritu HER