Bústaðarmarknaðurin – tvær flugur við eitt smekk

Vit hava alstóran tørv á bústøðum í Tórshavnar Kommunu.

Í Hoyvík er m.a. eitt stórt øki lagt út til vinnuligt byggiøki, heldur enn bústaðir. Hví ikki heldur leggja hetta út til íbúðarbygging ella raðhúsabygging, nú tørvurin er stórstur her?

Um vit byggja íbúðir og raðhús, kunnu okkara eldru borgarar keypa ella leiga hesi og selja síni stóru hús í kommununi. Eg vænti at fleiri ynskja minni hús og at húsasølan eisini gevur teimum meira at liva fyri á ellisárunum.

Hendan loysnin letur upp fyri, at familjur kunnu keypa húsini hjá eldru borgarunum og harvið fáa við tvær flugur við eitt smekk. Stór hús til barnafamiljur og minni raðhús til okkara eldru borgarar og teirra tørv.

Í Flestu londum kring okkum, hevur man gjøgnum lívið trýggjar ymiskar bústaðir. Lítla íbúð, meðan man lesur, arbeiðir og sparir saman. Stór hús, tá man fær maka og børn og so minni raðhús ella íbúð, tá børnini eru flogin úr reiðrinum.

Til okkara gráa gull, tey eldru, sum hava serligan tørv, kunnu vit byggja vardar íbúðir.

Í Miðbýnum eigur kommunan og tað almenna helmingin av stóru bygningunum. Hví ikki heldur gera íbúðir í ovaru hæddunum og handlar, caféir,spælistøð og aðarar aktivitetir í veghæddini og flyta kommunala umsiting, úr miðbýnum?

Hetta fari eg at arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna kann bjóða okkara borgarum.

Oda W. Andreasen, valevni fyri Framsókn