Dagstovnaøkið – tíðin komin til økta professionalisering...

Geva vit okkum far um, at Dagstovnalógin sigur at 1/3 kunnu vera hjálparfólk meðan 2/3 skulu vera faklærdir námsfrøðingar, ið arbeiða við at menna og ansa børnum undir skúlaaldur? Tað gongur rætta vegin í Tórshavnar kommunu at náa hesum býtislykli og máli, MEN enn er ikki nøktandi

Ófaklærd, sum hava starvast væl og leingi á dagstovnaøkinum, og sum ynskja at halda fram, skulu hava tilboð um at nema sær námsfrøðiligan førleika eins og fólk við námsfrøðiligari útbúgving eiga at fáa møguleikan at halda sína útbúgving við líka.

Granskingaryvirlit:Daginstitutionens betydning for børn, frá Socialforsknings Instituttet í Keypmannahavn, 2014, vísir, at týðuligur samanhangur er ímillum útbúgvingarstøðið hjá námsfrøðiliga starvsfólkahópinum og teirra interaktión við barnið, ella hvussu tey eru saman við børnum. Í barnabólkum, har tann vaksni hevur viðkomandi útbúgving, brúkar tann leiðandi námsfrøðingurin munandi meira tíð saman við børnunum. Børnini sjálvi duga betri at samstarva, hava meira áræði og eru sjáldan inaktiv. Umframt fáa børnini eina betri skúlabyrjan.

Eisini vísa altjóða- og danskar kanningar, at har starvsfólkið hevur møguleika fyri námsfrøðiligari eftirútbúgving, eru tey betri til at útinna námsfrøðina í verki og tryggja eina menning og ansing, ið er dygdargóð, soleiðis at barnið mennir seg væl kensluliga, sosialt og kognitivt.

Hetta er kjarnuvælferð, ið ein kommuna eigur at raðfesta høgt.

Súsanna Olsen