Ein bjarnatænasta, Kaj Leo Holm Johannesen!

Soleiðis meti eg vælvildina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann viðger og umrøður pensionistarnar og ætlar hesum bólki eina nógv størri mánaðarliga veiting.

Og hvør politikkari vil ikki tað?

Tó tykist tað mær sum tá La Fontaines fortelur um bjørnina, ið ætlar at reka burtur fluguna av andlitinum á meistara sínum, men ístaðin ger av við hann.

Í hesum føri, at KHJ í vælvild síni fer ov lætt um og sindrar grundleggjandi vælferð og ‘samanhangskreftir í vælferðarkonseptinum’, tá tað ikki verður nevnt um hvussu henda vælvild skal fíggjast.

Ikki heldur, at talið á skattgjaldara mótvegis pensionisti, minkar frá fimm nidur í trý, komandi fimtan árini.

Og at man ikki tekur rætta kjakið, sum botnar í eini størri fíggjarligari og demografiskari avbjóðing og loysn, heldur enn eftir KHJ’sa roknistykki , sum kemur at krevja so nógvan penging til almennar veitingar, at eingin heildarloysn verður og helst ikki nóg mikið til neyðugu kjarnuvælferðina – so sum røktarheim og sjúkrahús.

--

Útgangsstøðið, vid hesari skipan við pensión, var at bøta um arbeiðsloysið millum yngri fólk, og soleiðis gjalda fyri at fáa eldri fólk av arbeiðsmarknaðinum. Hetta var tankin tá – og er hetta so langt síðani, at fólk hava gloymt hvussu var og nú hugsa um pensión sum vunnin rættindi og sum ein sjálvsagdan rætt – og partvís alt gott um tað.

Tað sum síðani eisini hendi var, at fakfeløg, arbeiðspláss og fólk sjálvi tóku seg saman og spardu upp til egna pensión/eftirløn, bæði gjøgnum donsk og føroysk eftirlønarfeløg.

Hesin bólkur er í dag rættuliga stórur – og fyri fleiri av okkum eru uppsparingarnar so góðar, at ivaleyst er til dagin og vegin á ellisárum.

Og tí haldi eg, at tíðin er komin at kalla ein spaka fyri ein spaka og spyrja, um vit við góðum eftirlønarviðurskiftum ikki eiga at megna ellisárini sjálvi.

Og at hini, við minni ella lítlari eftirlønaruppsparing, fáa eina góða pensión frá tí almenna.

At gjalda øllum, sum nú, førir við sær, at fleiri fáa, ið frammanundan hava ov mikið, og at alt ov lítið verður til teirra, ið veruliga hava veitingina fyri neyðini.

“Jamen, skulu vit, sum hava stríðst við at goldið okkara egnu eftirløn, so straffast og einki fáa frá tí almenna?” verður ofta spurt.

Persónliga haldi eg ikki, at fólk hava strídst so nógv vi við at spart upp til sín sjálvs, men verið priviligerað við góðum starvi, góðum fakfelagsskipanum, góðari løn og eftirløn v.m., ella sum oftast, verið á røttum staði til røttu tíðina, hvat arbeiðslívi viðvíkur.

Sjálvandi er altíð vandamikið at generalisera, men sum heild haldi eg myndina vera soleiðis.

Haldi vit fegin kunna unna teimum, ið ikki hava nøktandi eftirlønarviðurskifti og sum ov seint komu í almenna skipan við kravdum eftirlønarinngjaldi, alt tað besta og góðar almennar sømdir.

Við vón um hugburdsbroyting og burðardyggar og skynsamar loysnir – sum hanga saman fíggjarliga og eru til gagns fyri fjøldina.


Bergun Kass

býráðslimur