Ein hin týdningarmesta ogn Føroya

- Kvøða á móðurmálsdegnum

“Tá eg byrjaði at læra føroyskt, tosaði eg norskt, og føroyskt ljóðaði so stuttligt, sum ein avdottin norskur bóndi frá einum fjarum dali. Nú eg tosi tað nógv betri sjálvur, týðir tað so nógv meira. Føroyskt er vorðið mín lykil til eina livandi mentan, nýggjar vinir, og faktiskt Norðurlond yvirhøvur nú og í fortíðini. Trupult at ímynda mær eitt lív uttan.” - Remco Knooihuizen úr Hollandi

“Tann besti mátin at røkta málið er at nýta tað. So vónandi nýta tit tað so nógv sum gjørligt, tosa, skriva, syngja á føroyskum.” – Martina Huhtamäki úr Finnlandi

"Fyri meg er føroyskt ein veruligur norðurlendskur dýrgripur, sum eg meti vera eina ta týdningarmestu ogn Føroya - og sum eg ynski alt tað besta." - Stefan Jacobsson Schulstad úr Svøríki

(Hesi trý eru málgranskarar, sum hava tað í felag, at tey hava verið á málskeiði fyri útlendsk lesandi á Føroyamálsdeildini og havs síðani ment og hildið viðlíka sínar førleikar í føroyskum)

“Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit hava føroyskar bókmentir og tað, sum skal til av umrøðu, meting og viðgerð av teimum á føroyskum fyri at menna tær. Bókmentir og mál hanga óloysiliga saman, og góður málsligur førleiki er avgerandi fyri, at vit kunnu fáa góðar bókmentir. Eg havi ikki skaldagávur, men eg vil eftir førimuni geva mítt íkast, so at føroyskar bókmentir verða mentar á øllum stigum og føroyskt verður ment á øllum økjum - sum gerandismál, skaldamál, yrkismál og vísindamál.” - Paula Gaard, bókmentagranskari, Føroyar

“Móðurmálið er helst ein av mest umráðandi førleikunum vit kunnu geva børnum okkara. Málsligir førleikar hava ómetaligan týdning í næstan øllum lívsins viðurskiftum – í spæli, tá ið vit samskifta við onnur og í skúlanum, har tað er grundarlagið undir læring og lesing. Tað er umráðandi at hava nógv og gott tilfar á føroyskum, tí íkast – tað at lesa og hoyra mál – hevur stóran týdning fyri málsligu menningina.” - Sissal M.

Rasmussen, granskar í máltøku hjá føroyskum børnum, Føroyar

Føroyskt er eitt av teimum fimm norðurlendsku málunum – við bondum til øll hini fýra, íslendskt, norskt, svenskt og danskt, men heilt serstakt og fyri seg. Tað mentist í fólkinum gjøgnum øldir og fekk ikki almennan skriftbúna fyrr enn fyri gott hundrað árum síðani, hóast fleiri høvdu skrivað tað í m.a. kvæðauppskriftum fyrr. Í dag hava vit nógvar góðar bókmentir á føroyskum, vit hava fitt av undirvísingartilfari, vit hava føroyskar miðlar, føroyskar vørulýsingar, føroyskt umsitingarmál, føroyskt lógarmál, føroyskar bíbliutýðingar, føroyskar sálmabøkur, føroyskar sangbøkur, føroyskar orðabøkur o.s.fr. Enn er føroyskt ikki staðfest endaliga sum almenna málið í Føroyum – annað enn sum høvuðsmál sambært Heimastýrislógini. Og um tað so bert er vegna føroyskt mál og støðu tess, so eiga vit at samtykkja Stjórnarskipan Føroya, har § 5.2 sigur “Almenna málið er føroyskt”.

Vit kenna til, hvussu stríggið tað var at fáa føroyskt til m.a. undirvísingarmál í skúlanum, til kirkjumál – her eisini sum Bíbliumál. Vit kenna til, hvussu føroyskt hevur fingið sítt pláss á Fróðskaparsetri Føroya, í Útvarpi Føroya, í Sjónvarpi Føroya – seinni í Kringvarpi Føroya, sum orðabókamál við móðurmálsorðabókini frá 1997, og við fremmandamálsorðabókunum, sum tíbetur eru komnar, í lógartekstum o.s.fr. Vit kenna væl frá gerandisdegnum allar tær avbjóðingarnar, vit hava, um vit vilja liva á føroyskum fult og heilt í Føroyum. Hetta seinna málstrevið hevur ikki minni týdning enn tað undanfarna, sum okkara formøður og -fedrar stríddu. Og her á móðurmálsdegnum í 2017 fari eg at nevna nakrar av okkara uppgávum, sum vit skulu loysa beinanvegin:

- Framleiða meira føroyskt tilfar til dagstovnaøkið og alt barnaøkið

- Framleiða meira føroyskt tilfar til fólkaskúlan

- Framleiða føroyskt tilfar til allar lærugreinir á øllum stigum á miðnámi

- Styrkja lærugreinina føroyskt á øllum stigum

- Menna Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya – bæði viðvíkjandi málgransking og bókmentagransking

- Granska og undirvísa í føroyskum sum fremmandamáli

- Granska í og leggja eina ætlan fyri máltøku hjá børnum í Føroyum

- Útvega meira undirvísingartilfar á føroyskum til hægri útbúgvingar í takt við, at vit útbyggja tær í Føroyum

- Útvega og gera tøkniligar loysnir á føroyskum máli innan kunningar- og samskiftistøknina

- Útvega og gera meira tilfar á føroyskum máli – bøkur, fimar, appir v.m.

- Teksta alt útlendskt tilfar í føroyskum sjónvarpi við føroyskum teksti

- Týða allar lógir, sum hava gildi í Føroyum til føroyskt

- Bera so í bandi, at alt útbjóðingartilfar til føroyskar verkætlanir veruliga verður skrivað á føroyskum

- Arbeiða enn harðari við føroyskum yrkismáli

- Styrkja Málráðið, so tað kann røkja enn fleiri uppgávur

Harafturat kemur, at vit eiga í størri mun at týða føroyskar bókmentir til onnur mál og bjóða øðrum at læra seg og granska okkara dýrgrip, føroyska málið eins og Remco, Martina og Stefan – og bókmentirnar við! Og tá vit tosa um føroyskt skulu vit ikki gloyma føroyskt teknmál, sum er málið hjá teimum deyvu og fleiri hoyribrekaðum. Eisini her hava vit eitt arbeiði at gera við viðurkenning, samskipan, gransking og við tilfari á einum ov gloymdum og forsømdum øki innan føroyskt málstrev.

Tað er greitt, at hetta er bert ein partur av tí arbeiði, sum er at gera, fyri at røkta eina av týdningarmestu ognum Føroya. Eg haldi, vit gloyma, at hetta er eitt serstakt vitanarøki við møguleikum fyri fleiri vitanartungum størvum, granskingarstørvum og verkætlanarstørvum. Hetta er eitt øki, har vit kunnu fjøltátta tann føroyska arbeiðsmarknaðin og harvið gera íløgur innan eitt tilfeingi, vit ofta gloyma at nevna.

Eitt øki, sum er sterkt, men samstundis viðbrekið!

Málið skal njótast og nýtast, tað skal mennast og ríkast, tað skal vinna inn á nýggj øki og vinna aftur tey, sum møguliga eru um at verða mist. Tí føroyska málið er ikki bert mál kenslunnar, málið, sum foreldrini góvu okkum, málið hjá forfedrunum og tað, vit finna í kvæðunum. Tað er okkara besta og fremsta arbeiðsamboð hvønn einasta dag í øllum samfelagsgeirum og soleiðis skal støðan framhaldandi varðveitast, styrkjast og mennast.

Góðan móðurmálsdag, øll somul!

Hanna Jensen