Ein og sama søk

Framsókn er bygt á tríggjar frælslyntar súlur – persónliga frælsið, vinnuliga frælsið og tjóðskaparliga frælsið. Viðv. tí persónliga frælsinum siga vit, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

Hetta merkir, at vit sum flokkur vilja, at samkynd skulu hava sama løgfrøðiliga rætt sum hinskynd at ganga saman í parlag. Framsókn vil ikki lóggeva inn í kirkjur og samkomur, men er annars til reiðar at tryggja rættindini hjá samkyndum á tí verðsliga økinum.

Tað, sum skilir Framsókn frá hinum flokkunum, er, at allur flokkurin og valevni tess standa saman um hetta. Felagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum, LGBT, hevur eftirlýst, at flokkarnir taka støðu í hesum máli, og at hetta ikki er upp til hvørt einstakt umboð fyri flokkin. Vit billa okkum inn, at orsøkin er, at fólk eru troytt av at royna at velja ein persón, sum stuðlar teirra áhugamálum, fyri síðani at fáa ein annan úr sama flokki, sum ikki ger tað.

Framsókn fer sum flokkur at stríðast fyri javnrættindum hjá øllum samfelagsbólkum, eisini rættindum hjá teim samkyndu í tann mun hetta ikki rakar inn í fólkakirkjuna ella í andaligar samkomur. Av tí, at málsøkið ikki er føroyskt, mugu vit taka støðu til, um vit skulu seta í gildi donsku lóggávuna. Hendan fevnir í løtuni um skrásett parlag, og tí taka vit undir við. Broyta danir lógina, viðgera vit málið av nýggjum við støði í okkara virðisgrundarlagi.

Tað hevur ikki so stóran týdning um LGBT og Framsókn ikki hava somu áskoðan um, hvussu vit á bestan hátt tryggja teimum samkyndu somu rættindi sum hinskyndum. Tað sum hevur týdning er, at vit arbeiða fyri somu søk.

Framsókn