Ruth Vang er 50 ára gomul, fødd og uppvaksin í Havn. Er gift og eigur trý vaksin børn og ein ommuson.

Ein tíðarhóskandi býur

Fyri aðru ferð síðani flokkurin varð stovnaður, bjóðar Framsókn seg fram at leiða høvuðsstaðarkommununa.

Framsókn er ein liberalur flokkur, sum vil tryggja kjarnutænasturnar í vælferðarsamfelagnum. Samtíðis vilja vit hava eitt samfelag, har tú hevur møguleika at taka ábyrgd av tær sjálvum. Í kommunalum høpi merkir tað, at tú sum borgari ikki skalt bera størri fíggjarliga skattabyrðu enn neyðugt. Tú skalt kenna teg tryggan við, at tær áleið 200 krónurnar, sum kommunan fær av hvørjum einasta túsundkrónuseðli, tú vinnur, fremja trivnaðin hjá borgarunum, eitt nú á dagstovna- og eldraøkinum.

Í Framsókn halda vit, at Tórshavnar kommuna brúkar ov nógvan pening, sum ikki kemur borgarunum til góða. Hissini keyp av bygningum v.m. er greið ábending um, at virðingin fyri, at tað er borgarin sum fíggjar kommunala virksemið, manglar. Hetta vil Framsókn broyta. Skatturin skal niður.

Javnvágin millum kommunalt og privat virksemi skal rættast. Kommunan er stigtakari til nógv virksemi í býnum, sum í sær sjálvum skapar trivnað. Men avleiðingin er, at kommunan kappast við - og á longu breytini - ognartekur frælsa vinnuliga framtakið. Kommunan skal skapa karmarnar og í nógv størri mun lata fólkið sjálvt skapa lív í býnum. Eitt nú kundi kommunan sloppið sær av við ein part av ognunum í miðbýnum og latið privatfólk sloppið framat. Við at lata fólk búgva í miðbýnum, fekst lív í aftur, óheft av, um kommunal tiltøk eru á skrá ella ikki.

Vit gleðast um, at fólkatalið veksur, ikki bara í Tórshavn, men í øllum Føroyum. Helst vóru vit enn fleiri, forðaðu væntandi bústaðarmøguleikar og høgir húsaprísir ikki fyri hesum. Við støðugt at hava grundstykki tøk til serliga ung fólk at byggja á, vil útboðið av bústøðum vaksa. Tað vil í sjálvum sær tálma húsaprísirnar.

Ruth Vang
Valevni fyri Framsókn