Ein tíðarhóskandi eldrarøkt í einari tíðarhóskandi kommunu...

 Eftir sendingina í D&V 28.okt., ella í gjár,  verður enn einaferð undirstrikað við feitum stavum, at bráfeingis trupulleikin á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu SKAL loysast – alt annað er óvirðiligt fyri eldra borgaran, og stór skomm hjá okkum, sum búgva í ríkastu kommunu landsins ...

Eg endurtaki meg sjálva til hetta er loyst. Eg skilji ikki, við mínum besta vilja, hvat ein bíðar eftir. Vit blíva alsamt fleiri eldri næstu 15-20 árini, so hesin problematikkur økist, sum tíðin gongur. Eldraøkisproblematikkurin fer ikki burtur, líka mikið hvussu kommunalpolitikkarin og onnur viðkomandi gera sum “strudsurin, og stinga høvdið í sandin”. 

Tórshavnar kommuna hevur nakað fleirið  røktarheimspláss enn grannalond okkara, MEN viðvíkjandi eldrabústøðum, t.d. tað ein kallar fyri “ældrecenter” og líknandi, sum vit hava í londunum rundanum okkum,  eru vit eftirbátar. Hóast hetta økið er kostnaðmikið í dag, og óiva blívur dýrari við tíðini, má raðfestingin gerast. Lat okkum standa saman um hetta - TÍ ELDRAØKIÐ ER KJARNUVÆLFERÐ Í FYRSTU RØÐ.

Súsanna Olsen