Ein tíðarhóskandi solidaritetur

Nógvir føroyingar eru hart sperdir fíggjarliga. Teirra millum eru nógvar barnafamiljur, herundir stakar mammur og pápar. Nógvar dugnaligar familjur kenna seg eisini lutfalsliga hart sperdar í mun til tað, tey við teirra dugnaskapi kundu upplivað, um tey livdu og virkaðu í onkrum av grannalondunum.

Tað er átroðkandi at bøta munandi um hesa støðuna. Siðbundna politiska samhaldsfestið røkkur tó ikki longur. Gamla høgra-vinstra kjakið um, hvussu vit býta køkuna okkara millum, nyttar einki meira. Tað einasta, sum kann geva føroysku familjunum betri kor, er eitt felags arbeiði at baka eina størri køku. Tað er ikki bara hin besti sosialpolitikkurin – tað er hin einasti.

Eitt tíðarhóskandi samhaldsfesti fáa vit m.a. soleiðis:

•    Vit fremja nýskipanir, umraðfestingar og størri privata luttøku innan tað almenna, soleiðis at vit fáa effektiviserað samfelagið og hallið á fíggjarlógini burtur sum skjótast. Tá eru vit ikki bara samhaldsføst okkara millum, men eisini við yngri og komandi ættarlið.

•    Vit skaffa samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur meira um árið við umlegging av høvuðsvinnuni og við eini nógv betri íverksetaraskipan innan vinnu yvirhøvur. Hetta verður gjørt soleiðis, at tað tænir BÆÐI vinnuni og tí almenna.

•    Vit umsita tilfeingið lívfrøðiliga burðardygt, bæði fyri at fáa nógv meira burturúr tí, og fyri at vísa okkara børnum og teirra børnum samhaldsfesti.

•    Vit samráðast av nýggjum um øll fiskirættindi føroyinga og krevja m.a. nógv meira av uppisjóvarfiskinum.

•    Vit staðfesta greitt, at alt náttúruríkidømi er ogn Føroya fólks. Tey, sum fáa rættindi at troyta tilfeingið, skulu lata eitt avkast til almenningin fyri hesi rættindi.

•    Vit krevja, at allur fiskur í prinsippinum kemur upp á land í Føroyum. Tilfeingisgjaldið kann minka stigvíst eftir, hvussu nógv, ráfiskurin verður virðisøktur í Føroyum við tí virksemi, sum hetta ber í sær.
   

•    Vit lata fyribils tað mesta av tilfeingisgjaldinum fíggja almennan rakstur. Gjaldið fer í búskapargrunn, tá raksturin javnvigar. Tað er ikki skilagott at seta í grunn, so leingi tað almenna lænir til rakstur.
   

•    Vit lækka skattin á lønir munandi. Ein progressivur barnakekkur, sum munar, skal gjaldast barnafamiljum beinleiðis.

Longu fyrsta árið kunnu vit lætta um hjá føroyingum fyri einar tvey hundrað milliónir krónur. Síðani kunnu vit ár undan ári lætta meira um. Vit hava stórar ótroyttar møguleikar. Tað krevst bert, at vit seta okkum greið mál og skipa okkum betri.

Tróndur Djurhuus
Framsókn

www.framsokn.fo – www.facebook.com/trondurdjurhuus