Einar sjálvbjargnar Føroyar

Framsókn vil arbeiða fyri at gera Føroyar sjálvbjargnar. Vit hava menniskjaliga tilfeingið og náttúrutilfeingið, sum er neyðugt, til at menna okkara búskap og samfelag. Um vit røkja tilfeingið: støðugt menna menniskjaliga tilfeingið, arbeiða við burðardygd innan fiskivinnuna, skapa góð kor fyri alskyns sløg av vinnuvirksemi, so kunnu vit fáa eitt fjøltáttað samfelag, har fólkið trívist – bæði føroyingar og virkisfúsir útlendingar.

Framsókn vil arbeiða við, at privata initiativið skal eiga størri leikut í føroyska búskapinum og harvið skapa búskaparvøkstur. Harafturat skulu umskipanir í samfelagnum tryggja, at vit fáa meira fyri somu pengar.

Ein kappingarfør einfaldari skattaskipan skal gera tað lættari hjá øllum at búgva í Føroyum og vera við til at skapa neyðuga búskaparvøksturin og fólkavøksturin og harvið menningina.

Ein búskaparsemja skal tryggja, at Føroyar miðvíst gerast leysar av øllum stuðli uttaneftir, tí Framsókn ynskir einar sjálvstøðugar Føroyar.

Uttanríkispolitiskt vil Framsókn arbeiða við at gera fleiri sáttmálar við ymisk lond og eftirmeta allar verandi avtalur og sáttmálar og samráðast av nýggjum.

Vel tí Framsókn

Hanna Jensen
X við F