Einki er viðlíkahaldsfrítt - heldur ikki atkvøður

Í Løgtinginum liggur uppskot um at gera Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum. Sambært uppskotinum skal farast undir tunnilin beinanvegin og hann skal gerast liðugur í 2019.

Verður uppskotið samtykt, er støðan tann, at 5 tunnlar verða gjørdir samtíðis; Eysturoyartunnilin, Sandstunnilin, Hvalbiartunnilin, Dalstunnilin umframt hendan til Fámjins. Haraftrat er trýst á, at fáa framskundaðar aðrar tunnilsætlanir. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til. Politisk raðfesting er neyðug.

Tíverri stendur hugurin at gera tunnlar í stórari andsøgn við raðfesting av viðlíkahaldi av undirstøðukervinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, verður sagt, at samlaða eftirsleipið á undirstøðukervi landsins verður mett til at verða umleið 375 mió kr. Eitt nú vísir ein dagførd støðulýsing, at 31 brúgvar eru í so ringum standi, at ábøtur mugu gerast beinanvegin.

Hendan støðan er ikki nýggj og tíverri eru batarnir, núverandi samgonga hevur framt á økinum, ikki nøktandi. Avbjóðingin er, at viðlíkahaldsjáttanin er í harðari kapping við aðrar íløgur. Støðan er stórt sæð tann sama, tá um bygningar ræður. Vit hava nýliga sæð dømir um lutfalsliga nýggj hús, sum eru búgvin at taka niður, vegna manglandi viðlíkahald. Landsverk hevur skotið upp, at leistur verður gjørdur, har tað á fíggjarlógini verður sett av ávíst krónutal fyri hvønn fermetur av landsins bygningum.

Viðlíkahald, líka mikið um talan er um bygningar ella vegakervi, geva neyvan tær mongu atkvøðurnar og er tað helst viðvirkandi til, at politiska raðfestingin tekur nýíløgur framum. Manglandi viðlíkahald var orsøk til at 41 fólk lótu lív, tá brúgv í Italia rapaði fyrr í ár. Eg vænti ikki, at støðan í Føroyum er so hættislig, men vanrøkt í longri tíð kann hava við sær álvarsligar avleiðingar.

Tað skal eingin ivast í, at Framsókn vil raðfesta eitt vælvirkandi samferðslukervið um alt landið. Gloymast má tó ikki, at tað krevur viðlíkahald og ikki bara nýíløgur.

Ruth Vang, løgtingskvinna