Eins og donsku embætismenninir og prestar í gomlum døgum

Nú tá útisiglararnir stríðast til at koma aftur at land við rímuligari last av útlendskum krónum, er tað frískur avlandsvindur beit ímóti. Á keikantinum stand politikarar og flokkar eins og donsku embætismenninir og prestar í gomlum døgum, og siga: “tit sleppa ikki uppá land fyrr enn vit fáa tíggjund.”

Hesir útisiglaraar, hesir menn, sum ikki vistu síni livandi ráð tá bankakreppan leikaði í, í nítiárunum . Stóðu við hálv lidnum húsum og stórari skuld, høvdu illa nokk ráð til nýggj klæðir til børnini og so slett ikki til tubbak.

Stórir parta av fiskiflotanum var farin á húsagang, og fiskivinnan uppá landi sama veg, Tá var einki trygdar net sum ALS og annað gott undir teimum. Her var eingin góða mamma.

Eftir at hava gingið eina tíð á asfaltinum og spýtt langt, tóku teir sakina í egnar hendur. Fóru at vita um tað ikki var so frætt á kistubotninum ella í køkudósina, at tað var fyri ein, einvegis ferðaseðil til útlandi til at søkja sær hýru.

Hesir menn sum undan fóru, skapti eitt so gott umdømi, fyri okkum, sum eftir fóru, við teirra hegnið, arbeiðssemið, áræðið, dirvið og trúskapið, at tað ikki hevur staðið á hjá okkum at fingið hýru.

Ì hesum tíðum, tá vit tosa um at vit skula útbúgva okkum, fyri at koma ígjøgnum kreppuna. Her hava vit ein bólk sum er væl útbúgvin. Okkara kunnleiki á tí maritima økinum er “second to non” Eg tori at siga at vit hava heimsins bestu sjómenn. Menningar møguleikarnir á tí maritima økinum er ógvuliga stórir, og vit hava tað menniskjaliga tilfeingið og tað er tað týdningarmesta í einum skapara og íverksetara samfelag. Vit hava upp funnið tann djúpa talerkin, vit skula bara gera hann enn størri.

Framsókn vil virka fyri, at Føroyar skula hava sterkari íverksetaramenta og – umstøður. Samstarvið millum útbúgving, menning og vinnu skal styrkjast. Okkara framúrskarandi royndir og vitan innan handverk og sjóvinnu, matvøruvinnu, mentan og annað skula troytast munandi meira í vinnuligum høpi.

Hvat nú, tá veðurlíkindini er sum tey eru. Onkur snarar skútuni 180 stig, og fer lensandi undan suður og eystur til brøðratjóðirnar. Onkur heldur fram, kemur sær inná deyðavatn, leggur skútuna fyri íla, fær konu og børn róð út, dregur ílasteini upp og setur kós út í annan heim.

Framsókn vil virka fyri einum kappingarførum skatti. Fyri at draga at okkum – heldur enn at styggja teir burtur – skula vit hava eina skattaskipan, sum er kappingarfør mótvegis okkara grannalondum.

Og hvussu man fara at vera við okkara handverkarum, sum í stórum tali, vinna sær til dagin og vegin í útlondum, skula teir eisini straffast, tí teir ikki finna arbeiði í Føroyum. At teir, við teirra ótrúliga arbeiðssemi, eru nógv eftir spurdir í grannalondunum. Skal man straffast av sínum føðilandi tí man dugir síni ting og roynir at lívbjarga sær og sínum.

Eg havi hug at enda við orðinum hjá Frændur: “og verða vit ríkari tá Føroyar, og hvør verður ríkari tá Føroyar?”

Karlot Hergeirsson


Útisiglari


Valevni hjá Framsókn