Eitt gott lív – er ein felags ábyrgd

Vit skulu hjálpa teimum veiku at liva sítt lív, eitt virðiligt lív.
Eitt samfelag sum ikki rúmar teimum veiku er fátækt.
Menniskjaliga tilfeingið er tað dýrabarasta, eitt og hvørt samfelagið hevur.
Øll kunnu læra eitthvørt, men vit eru ymisk og læra ymiskt á ymiskar hættir. Tó menna vit okkum í samfelag og felagsskapi við onnur.

• Menning og læring skal altíð taka útgangsstøðið tí einstaka

• Virðing fáa vit við at taka lut í samfelagnum

• Samleiki – hvør eri eg – verður skaptur, við at vit verða fevnd og møtt í menningartilgongdini ,og tað er júst hetta, sum er við til at mynda okkum sum menniskju.

Fyri at fáa eitt rúmligt samfelag við somu rættindum fyri øll, er neyðugt at taka støði í tí veruleika, vit eru í og taka støðu til hann.

Vit siga, at skjót hjálp er góð hjálp, men hesar gerast ofta varandi loysnir, tað er ikki nóg gott. Vit mugu eisini gera varandi og mennandi loysnir.

Langtíðar raðfestingar eru neyðugar. So leingi vit ikki raðfesta, taka vit ikki støðuna í álvara.
Vit skulu skapa smidligar loysnir eisini til tey við serligum eginleikum. Vit skulu burtur frá kassaloysnum, sum sjáldan taka persónsatlit. Vit skulu lurta meir og tosa minni.

Mín niðurstøða er, at hesin bólkur sjáldan verður spurdur til ráðs, men hevur júst sama tørv fyri at vera hoyrdur og taka lut í samfelagnum sum øll onnur. Og samfelagið hevur brúk fyri okkum øllum,tað er júst hetta, sum er við til at gera samfelagið ríkt og gevandi at liva í.

Ísland og Norra kundu verið nýtt sum fyrimyndir. Har er møguleiki fyri bæði miðnáms- og diplomútbúgvingum, sum hava til endamáls at geva tí einstaka møguleika til at vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Atgongd til skúla, arbeiðspláss og bústaðir skulu fleirfaldast.

Tá vit hugsa um bústaðarmøguleikar, er umráðandi at loysa matrikulnummarið frá. Her meini eg, at ein vaksin eigur at kunna búgva har, hann/hon ynskir tað t.d.i egnari íbúð. Tænasta eigur ikki at vera treyta av, at hann flytur inn á eitt sambýli, og soleiðis gerst partur av eini pakkaloysn.
Her er ein tankavekjandi setningur úr norska filminum “ flyting frá stovni til egna íbúð”, sum kundi givið okkum íblástur til at hugsa ørvísi – nú býr hann ikki á mínum arbeiðsplássi meira, men nú arbeiði eg í hansara heimi.

Vit eiga at savna umsitingina. Í løtuni verður tú køvdur í krakkaveldi, áðrenn tú nærkast nøkrum møguleikum.
Umsitingin skal gerast einføld og brúkaravinarlig.

Vit vilja hava eitt rúmligt samfelag, har vit geva øllum møguleikar fyri at menna sínar samfelagsligu og yrkisligu førleikar til eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív, bæði innan arbeiði, skúla og familju.

Hetta fáa vit við at hava eyguni fest á, at:


• Socialu avbjóðingarnar skulu loysast við at fevna /rúma ístaðin fyri at útihýsa

• Víðka rammurnar fyri, hvat er tað ”normala”

• Barnagarðar og skúla spegla sosiala ymiskleikan

• Tað skulu gevast møguleikar fyri luttøku í samfelagnum ígjøgnum skúla

• Tilfeingið skal koma til børnini og ikki øvugt.

• Geva atgongd til allar felagsskapir so sum arbeiði, ítrótt og bústaðir á jøvnum føti við onnur.
Í hesi tilgongd er alneyðugt at taka atlit til:

• Samstarv

• Møguleikar

• Sjálvsavgerðarrætt

• Menniskja

• Jaligan hugsanarhátt.

Tíðin er komin til eitt nýtt kapitul, har ítøkiligar langtíðar raðfestingar seta dagsskránna.
Framsókn vil taka ábyrgd fyri at geva møguleikar.

Hjørdis Viberg

Valevni hjá Framsókn