Eldraøkið fram til 2022

Býráðssamgongan, ið tók við í 2016, við Framsókn, Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, hevði eldraøkið frammalaga í huga og raðfesting.

Vit vildu lyfta økið, soleiðis at okkara eldru fáa tíðarhóskandi og virðilig kor umframt bestu røktar- og umsorganarviðurskifti, tá tørvur er á tí.

Sum við øllum býráðsarbeiði og samgonguskiftum, byggja vit á herðarnar á farna býráði, við teimum verkætlanum, sum tá vóru í gongd og øðrum, ið vóru lutvíst klárar at seta í verk.

Tí bleiv raðfylgjan soleiðis, at musikkskúlin og skúlin á Fløtum vórðu verksett beinanvegin, fyri síðani at koma til eldraøkið. Arbeiðið at byggja nýggjar skúlar, er nú komið so mikið ávegis, at tað nú ber til at seta ferð á eldraøkið.

Langtíðarætlanin hjá núverandi býráðssamgongu setir eldraøkið rættiliga á breddan. Nýggir karmar og tilboð um og umsorgan til eitt stórt tal av fólki, okkurt um einar hundrað borgarar. Við hesum vera gomlu og ótíðarhóskandi stovnarnir - Ellisheimið í V. U. Hammershaimbsgøtu og Umlættingarheimið endurnýggjaði.

Vit byrja við demensøkinum á Tjarnargarði, sum í samband við ístandgerð, eisini blívur víðkað við sjey umlættingarplássum, umframt nýggjum venjingarmøguleikum, við bæði ergo- og fysioterapi.

Okkara eldru kunnu soleiðis fáa dagtilhald, kvøldtilhald, vikuskiftistilboð, umlætting, venjingar og búpláss, á einum og sama staðið og í somu skipan frá fyrsta degi, ið tørvurin kemur.

Umlættingardepil í Rólantsgøtu í Hoyvik, verður boðin út til arbeiðstøku fyrsta dagin. Pláss verða fyri 28 fólkum, sum á ein og annan hátt hava tørv á umlætting og venjing, í styttri og longri tíðarskeið. Hetta kann vera í samband við skurðviðgerð og sjúku, men eisini í sambandi við avlasting fyri heimabúgvandi maka, avvarðandi ella í sambandi við tørv á stimbran.

Staðsetingin verður í fjálgum og friðarligum øki í Hoyvík, millum vanliga sethúsabúseting, við útsýni út á sjógv og yvir á Nólsoynna. Eitt gott stað til rehabilitering.

Hesi bæði nevndu verða ætlandi liðug í 2020, men til ber at vóna, at arbeiðið fer at ganga skjótari enn mett.

Tað triðja verður røktarheimið, við tilhoyrandi røktarbústøðum. Her verður talan um 64 búeindir og 14 tilhoyrandi røktarbústaðir, sum hoyra til heimið, í tann mun brúk er fyri smávegis hjálp í gerandisdegnum. Í løtuni verður arbeitt við at finna hóskandi staðseting. Henda verkætlan er ætlað at standa liðug í 2022.

Felags fyri hesar verkætlanir er, at tað í løtuni sita dugnaligar og arbeiðssamar bygginevndir, sum vilja gera alt fyri, at øll hesi góðu átøk eydnast í verki.

Langtíðarætlanin fevnir eisini um Kollafjørð, sum fær eldradepil, t.v.s. røktarheim og røktarbústaðir. Eldradepilin fer at betra munandi um karmar og umstøður, umframt at talið á búplássum verður økt.

Omanfyri havi eg lýst langtíðarætlanina av stóru verkætlanunum.

Sjálvsagt arbeiða vit dag og dagliga við verandi avbjóðingum og royna at finna loysnir og betra um viðurskiftini, soleiðis at vit fáa hjálpt fólki, tá tíðirnar blíva svárar og tørvur er á okkara hjálp.

Vit hava nú játtað nakað meira av peningi til heimarøktina, so fleiri hendur verða á júst tí økinum.

Kommunan leigar eisini nøkur røktarpláss frá aðrari kommunu. Fleiri átøk í gongd, við fyribyrgjandi venjingum, bæði á heimum, felagsvenjing í badmintonhøll og eisini sum vegleiðandi og vísandi til aðrar venjingarstøðir, har fólk sjálvi eru før fyri at ganga til venjingar.

Vit hava varpað ljós á sjálvboðið arbeiði innan eldraøkið og fleiri átøk er í umbúna. Kommunan hevur eisini sjóneykuna á rekruttering og avbjóðingini, at fáa fatur á starvsfólki til eldraøkið sum heild.

Sum forkvinna á økinum vóni eg at røkka øllum málunum. Meðan vit bíða eftir stóru verkætlanunum, er tað mín vón at vit í felag - umsitingin í kommununi, politikkarar og fólk sum heild - stuðla í tilgongdini.

Bergun Kass, forkvinna Eldranevndin

Tórshavnar kommuna