Er føroyska makrelkvotan meira verd, enn vit hava gjørt okkum far um?

Ein semja millum samgonguna (Sambandsflokkin og Javnaðarflokkurin), Tjóðveldi og Framsókn kann hava slóðbrótandi týdning í strembanini eftir at fáa alla fiskivinnu í Føroyum lønandi og burðardygga eftir 5 árum.

Framsókn hevur luttikið í samráðingunum við landsstýrið fyri at tryggja, at tey mál, sum hava ligið blokeraði í Tinganesi sleppa til politiska viðgerð. Vit kunnu staðfesta, at málini, sum nú verða viðgjørd eru makrelmálið, framtíðar fiskivinnupolitikkur, kommunu -, fólkaskúla – og pensjónsálitið.

Framsókn hevur eisini luttikið í samráðingum fyri at tryggja, at veiðan eftir makreli í 2011 byrjar við skili, og at vit, tá árið er farið, kunnu fáa haldgóða vitan um makrelstovnin í føroyskum sjógvi, um okkara góða rætt til størri part av samlaðu veiðuni og um nýggjar veiðuhættir og harvið størri fjølbroytni í vinnuni.

Vit kunnu ásanna, at politiska viðgerðin, umsitingin av veiðuloyvunum og tær royndir vit fingu í fjør ikki vóru nøktandi.

Framsókn tekur veiði eftir makreli 2011 sum eitt royndarár og heldur, at royndir skulu vísa hvussu makrelkvotan fram eftir skal verða umsitin. Hvørji veiðirættindi hvør eigur, hvussu vit tryggja øllum veiðirætt og eftir hvørjum treytum. Um landingartreytir, um søluhættir og prísgrundarlag.

Tann 1. oktober skulu semjuflokkarnir gera eitt varandi framtíðar uppskot. Tíðin fram til 1. oktober vil geva okkum nakrar royndir, hvussu karmarnir roynast, soleiðis at møguligt er at leggja upp fyri møguligum ábótum í langtíðarsemjuni.

Fyri at tryggja at eftirmetingin byggir á haldgott hagtalsgrundarlag, eigur at verða umhugsað at hava fólk frá Fiskiveiðueftirlitinum umborð á teimum skipum, sum møguliga fara at landa uttanlands.

Framsókn heldur at tær upplýsingar, sum politiska skipanin fær um makrelveiðina og búskapin í hesari, ikki er nøktandi. Vit vilja tí, at ein óheftur fakligir arbeiðsbólkur beinanvegin – í einum uppriti – skal greina út hvussu veiðan eftir makreli í norðurhøvum er skipað, um ognarlut, um vinning, um prís, um marknaðin, um framleiðslu v.m.

Kannast skal, hvussu útlendsk karteláhugamál ávirka makrelveiðina í føroyskum sjógvi og m.a. um tað er satt, at makrelkvotur í ES verða seldar fyri upphæddir, sum – umroknað til føroysk viðurskifti -kundu tilført føroyska búskapinum milliardir í inntøkum.

Eisini er hóskandi samstundis at kanna, um býtishandilin við íslendingar og russar er nóg góður fyri samfelagið.

Framsókn heldur at tað er í lagi, at vit í ár krevja gjald fyri rættin at veiða makrel. Búskaparliga tyngir eitt gjald uppá 25 oyru ikki vinnuna, og tá hugsað verður um, at peningurin, sum kemur inn, verður hildin uttanfyri fíggjarlógina og ikki fer í stórapott, men bara skal brúkast til eftirlit, savnan av hagtølum, gransking v.m – vinnuni sjálvari at frama – kann hetta væl forsvarast.

Framsókn sær stór framstig við hesi semju ið gjørd er millum samgonguna, Tjóðveldi og Framsókn. Tað, at vit hava avtalað, at fáa alla veiði í føroyskum sjógvi búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygga innan 2015 og at loyvisrættindini vera endurskoðaði við atliti til 2018 – er eitt stórt frambrot móti eini framtíðar lønandi fiskivinnu.

Framsókn hevði ynskt – sum tað allar fyrsta – at semjan fevndi um eina avtalu um, at allar stuðulsskipanir til fiskivinnuna vóru avtiknar tey næstu árini. Hóast tað ikki hevur eydnast at náa á mál, so eydnaðist at fáa rúm í semjuni um týdningin av at hetta hendir.

Samanumtikið eru vit í Framsókn nøgd við samstarvi og tær samráðingar vit hava havt – nógv er longu komið av skafti, men enn liggur nógv og bíðar og tær uppgávur bjóða vit okkum eisini fram til at virka fyri at loysa.