Fiskivinna og førleikamenning og fiskivinna…

· Fiskivinnuskúlin í Vestmanna broytti herfyri navn til Miðnam í Vestmanna

· Kanningin á Glasi vísti, at sera fá ynskja at læra og lesa innan sjóvinnu

· Lærugreinin fiskivinna á miðnámi er ikki longur at finna í lærugreinarøðini í breytaskipanini

Hesar reglur siga ikki allan sannleikan, men tær siga nakað um eina gongd, har høvuðsvinnan og samlaða útbúgvingarverkið, har tey flestu fara ígjøgnum, ikki hava so stórt samband, sum annars ynskiligt er hjá eini fiskivinnutjóð. Lat meg beinanvegin siga, at vit hava av bestu maritimu útbúgvingum, tó!


Vitan um fiskivinnu

Søguliga sæð hevur fiskivinnan størsta týdning fyri búskaparliga virksemið í Føroyum - størri týdning enn nøkur onnur vinna, og hetta er galdandi enn í dag. Men tað sæst ikki aftur í, hvussu stórur dentur verður lagdur at menna kunnskaparstøðið í fiskivinnuni. Har hevur gongdin heldur verið tann skeiva vegin. Heldur ikki sæst týdningurin, sum fiskivinnan hevur, aftur í okkara útbúgvingarverki.

Vitanin um náttúru, veður, fisk og fiskiskap, sum fyrr í stóran mun varð handað komandi ættarliðum í gerandislívinum, er minkandi í stórum parti av fólkinum. Stóra gjógvin í fatanini av hesi vitan sæst í orðingum hjá búskaparfrøðinginum:“Ein og hvør kann standa dekkinum og kryvja fisk” og hana hjá virkisleiðaranum: “Hví lærir eingin tað unga fólkið, hvussu nógv tað hevur at siga fyri virðisøkingina, at hagreiða fiskin rætt fyrstu minuttirnar á dekkinum?”

Prátið um fiskivinnuna seinastu nógvu árini hevur tíverri verið heldur neiligt, og lítil dentur hevur verið lagdur á, hvussu vinnan kundi ment seg og hvussu meiri kundi fingist burtur úr, við at menna útbúgvingarstøðið og granskingina, soleiðis at vinnan kann menna nýggjar vørur og nýggjar marknaðir og útvega enn fleiri og betri arbeiðspláss. Nakað er tó hent – í tí partinum av fiskivinnuni, har fíggjarorkan er nóg stór.


Førleikamenning innan fiskivinnu

Ávirkanin frá fiskivinnuni á samlaða búskapin er ikki einans beinleiðis inntøkurnar frá fiskivinnuni, men eisini avleitt virksemi, so sum framleiðsla av fiskiútgerð, smiðjuvirksemi og annað, men eisini alment virksemi fíggjað av hesi vinnu. Øll hesi vinnufeløg njóta gott av hvørjum øðrum, og liva við at bæði kappast móti hvørjum øðrum og at veita hvørjum øðrum tænastur.

Somuleiðis vildi øll vinnan notið gott av, at vitanarstøðið hækkaði á øllum økjum í vinnuni, gjøgnum alla virðisketuna. Bæði tað, at fiskimenn lærdu meir um hagreiðing av fiski, at flaka- og fiskavirkirkisfólk fingu meira førleikamenning, eins og framleiðarar og ikki minst sølu- og marknaðarfólk. Eitt stórt tal av ymiskum útbúgvingum eru viðkomandi.

Harafturat er tað so, at fyri at fyritøkurnar kunnu náa djúpt inn á marknaðir í londum sum t.d. Týsklandi, Spania, Portugal, Fraklandi, Russlandi, Kina og Japan, so er tað týdningarmikið, at vit hava fólk við m.a. málkunnleika. Enskt røkkur ikki líka langt.

Eitt tað mest týðandi slagið av vitan í fiskivinnuni er vitan grundað á royndir – av sama slagi sum ein lærlingur lærir frá sínum meistara. Og hendan vitan er ikki so væl skilmarkað og atgongilig og sjónlig, hóast stór vitan hevur hópað seg upp í teimum fyritøkum, sum hava megnað at bygt sítt virksemi upp yvir longri tíðarskeið. Tí er tað ein góður spurningur, um ein aspirantskipan av onkrum slagi skuldi verið sett á stovn. Men tað er eisini týðandi at menna bókligu vitanina, uttan at gloyma, at hin vitanin er grundarsteinurin.

Ein annars góður spurningur er, um fiskivinnan megnar nóg væl at draga gávurík starvsfólk at sær. Tað eru sjálvandi ymiskir faktorar, sum ávirka hetta. Tað er ikki einans evnini at gjalda góðar lønir. Flestu fiskivinnufyritøkurnar eru smáar familjufyritøkur. Tær megna illa at draga fólk við útbúgvingum. Tær størru fiskivinnufyritøkurnar megna hetta heldur betur, m.a. tí at krøvini til arbeiðsplássið eru størri hjá fólki við hægri útbúgving og hava tær helst størri orku at seta fólk við hægri lestri í starv. Hetta er ein viðkomandi avbjóðing, tí annars kunnu vit enda við at flestu vælútbúnu fólkini starvast í almenna sektorinum og at fólk útbúgva seg til hetta heldur enn til at starvast í okkara høvuðsvinnu.


Seta okkum nýggj mál

Tað er týdningarmikið at orka framhaldandi verður til menning og gransking, sum er ein fyritreyt, tá tað kemur til at varðveita og menna kappingarføri í vinnuni. Júst her eigur tað at vera eitt samstarv millum fiskivinnufyritøkur og tað almenna, sum eigur at hava eina málrættaða ætlan at hækka kappingarførið við at seta fokus á útbúgving og gransking í høvuðsvinnuni. Gransking innan handfaring av fiski, varðveitslu av fiskastovnum, fiskaframleiðslu, tøknifrøði, málkunnleika og handilsskap. Útbúgvingar eiga at vera á øllum stigi: lærutíð, bachelor, master og doktaralestur innan høvuðsvinnuna. Í Íslandi og Norra síggja vit dømi um trípartasamstarv, har fiskivinnufyritøkur, tað almenna og framleiðarar innan tøkni samstarva um menning av tøkni. (dømi eru Optimar, Baader, Marel). Norra hevur stovnar sum Sintef, Nofima og fiskivinnuháskúlan í Tromsø, og ísland hevur Matís.

Her eru vit eftirbátar og eiga at kanna okkara hugburð og gera okkum nýggjar málsetningar um førleikamenning innan fiskivinnu eins og fiskivinnu innan førleikamenning – tvs. innan útbúgvingarverkið!

Hanna Jensen, løgtingslimur