Frælsi krevur ábyrgd !

- og gott politiskt handverk.

Eitt sindur av kjaki hevur verið um arbeiðslagið í tinginum. Summi halda, at her valdar ruðuleiki og ongin kós. Onkur heldur, at tingið eigur at fara heim, áðrenn tann stóri skaðin hendir. Onnur halda, at løtan er tann rætta, og at tí ræður um at brúka løtuna og fáa sum mest burturúr.

Eg skal viðganga, at eg í langa tingarbeiði mínum, ongantíð havi upplivað eina so sermerkta støðu. Men hon er sera spennandi. Tingfólk arbeiða so at siga púra frælst, og fyri fyrstu fer – kanska nakrantíð – arbeiðir tingið frælst og tingfólk trúgv móti egnu sannføring síni.

Í nógv ár hava politikarar víst á, at vit áttu at roynt eitt minnilutastýri í Føroyum. Og tað er júst tað, vit gera nú. At halda, at hetta bara fór at verða sum at siga tað at gera – er sera bláoygt hugsan.. Tí undrar tað meg, at tingfólk, serliga úr Fólkaflokkinum, ikki vilja geva hesi roynd ein møguleika. Vit skulu minnast til, at ongin meira enn Fólkaflokkurin hevur víst á, at vit eiga at royna møguleikan við minnilutastýri.

Onki eigur tingið at fara heim. Har liggja nøkur týðandi mál og bíða eftir at verða loyst. Samstundis læra vit at brúka minnilutastýrið við teimum fyrimunum og vansum hetta hevur við sær. 
OG bara við at royna eitt minnilutastýri kunnu vit staðfesta, um hesin møguleiki er til í framtíðar tingarbeiði okkara.

Hinvegin so eiga tingfólk at læra at brúka tað frælsi, sum er okkum givið í hesum møguleika. Frælsi má verða umsitið við ábyrgd, og tí eru ikki øll mál líka væl egnaði at verða trumfaði ígjøgnum.

Eitt av málinum, sum ikki var egna at samtykkja henda seinasta tingdag, var uppskotið frá Kára á Rógvi og Bjørt Samuelsen um at seta eina Rættarskipanarnevnd at gera grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar og gera nýggja føroyska revsilóg. 
Ikki tí at eg ikki fult taki undir við at hetta arbeiði skal gerast, men tí at arbeiðið við at gera so grundleggjandi arbeiði má kjølfestast í størst møguligari semju í tinginum.

Hetta hendi ikki og tí eri eg sera ivingarsamur um samtyktin, um at gera nýggja rættargangslóg og revsilóg, er komin væl frá byrjan. Uppskotsstillararnir áttu at hugsa um, at til mál av hesum slag krevur meira – krevur heilt einkult betri politiskt handverk. Uppskotið fekk bert 17 atkvøður fyri og 12 ímóti og eina blanka. 
Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin atkvøddu ímóti – ikki tí at eg haldi at teir eru ímóti at hetta arbeiðið verður gjørt, men tí at uppskotið ikki var gjørt við tí endamáli at finna breiðastu semjuna.

Eg skal bara vóna, at tað kortini eydnast okkum at finna hesa semjuna, og at vit soleiðis kunnu fara undir at gera nýggja rættargangslóg og nýggja revsilóg fyri Føroyar. Men uttan at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru við – kemur hetta arbeiðið ongan veg. Um vit hinvegin hava fulla semju, tá arbeiðið er liðugt, er ikki so avgerandi.

Vit liva politiskt í eini sera spennandi tíð – og við eitt sindur av orku og positivum vilja vænti eg, at vit við hesi minnilutaroynd megna at leggja lunnar undir nýggjum fiskivinnupolitikki , nýggjari pensjónsskipan, nýggjari kommunulóg og nýggjari fólkaskúlalóg. 
So læt okkum fara eftir møguleikanum !

Poul Michelsen
Løgtingsmaður fyri Framsókn