Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn spyr soljóðandi:

1. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á einum yvirskipaðum almennum mentanarpolitikki?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á einum greiðari stuðulspolitikki fyri mentan og list?

3. Kann ein samskipan av m.a. stuðli, ráðgeving, tilmælum o.ø. leggjast undir eitt mentanarráð/ listaráð, sum ikki bert liggur undir einum landsstýrismanni, men heldur er tvørsektorel og til tænastu fyri alla politisku skipanina, kommunur og útinnandi listafólk?

4. Arbeiðir landsstýrismaðurin við umskipanum í mun til mentanar- og stuðulspolitik?

Viðmerkingar


Sum heild tykist stuðulspolitikkur landsins til mentan og list fløktur, og spurningar kunnu setast um, í hvønn mun hann tænir endamálinum at stimbra føroyska mentan og list sum heild, um hann verður nýttur miðvíst til at menna nýskapan, um hann í nóg stóran mun verður nýttur til at marknaðarføra føroyska mentan og list – stutt sagt, um yvirlit er yvir, hvønn mentanarpolitikk tað almenna í veru¬leikanum førir.
Ein vitjan á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum vísir greitt eina sera spjadda stuðulsskipan við yvirskriftum sum hesum:


Mentanarlig tiltøk


Stuðul til myndlistafólk
 Y

rkisleiklist


Áhugaleikur


Barna- og ungdómsarbeiði


Rakstrarstuðul


Og oyðubløð til øll hesi eru at finna beint hjá. Summastaðni verður tilskilað, at: ”Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.”

Mentanargrunnur Landsins hevur so aftur egna endamálsorðing, sum heimilar at stuðla: ”tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.” Hendan endamálsorðing kundi væl verið endurskoðað, so hon samsvarar betur við tað fjølbroytni, sum føroysk mentan bjóðar í dag.

Ein stuðulsjáttan afturat er veddingarpengarnir:Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Stuðulsjáttan¬irnar bera brá av, at økið ikki verður fyrisitið við miðvísum politikki fyri eyga. Og tann gløggi lesarin kann spyrja: hvør er yvirksipaða ætlanin fyri mentan og list, og hvussu tænir hon samfelag¬num og landinum?
Fleiri og fleiri aðalráð nýta list og mentan, m.a. í sambandi við profilering av landinum í samstarvi við vinnulív og mentanarlív. Millum annað tí kann tørvur verða á eini samskipan av stuðuls¬politikkinum hjá tí almenna sum heild, og hendan nýtist ikki at liggja undir einum landsstýrismanni, men kann vera ein tvørsektorel, politiskt óheft og fakliga grundað tænasta bæði hjá samgongu, andstøðu, politisku flokkunum, virkna mentanarlívinum, listafólki innan allar greinar, kommunur og øll, sum hava tørv á greining, vegleiðing og annars ymiskum fakligum metingum í sambandi við verkætlanir og mentanarligt virksemi. Ein tílík tænasta skal kunna geva tilmæli og peika á (nýggj)fokusøki og fremja eina visjonera tilvitsku millum fólk og politikarar um, hvønn leiklut mentan og list hava í samfelagnum og fyri fatanina av Føroyum á altjóða pallinum.
Eitt annað endmál við at samskipa mentanarpolitikk og stuðulspolitikk eigur at vera gjøgnumskygni í mun til vitan um virksemi á føroyska mentanarpallinum, og um hvussu fíggjarorkan verður nýtt innan hetta økið og hví.
Høvdu vit havt ein greiðan yvirskipaðan mentanarpolitikk, hevði tað kveikt teir mentanarligu stovnarnar enn meira í mun til teirra tilverugrundarlag, fremstu uppgávu og visjón. Ein yvirskipaður mentanarpolitikkur hevði eisini kveikt fólkið enn meir í mun til mentanarstovnar men eisini við¬víkjandi áhugalist og mentan.
Tørvurin á miðvísum arbeiði innan mentan og list er stórur, bæði tá tað kemur til tillagingar og dagføringar í lógarverki eins og í samskipan og fíggjarpolitikki. Dømi um øki, har eitt miðvíst arbeiði eigur at verða gjørt, eru m.a. lóg um søvn, føroysk filmsframleiðsla, yvirskipaður stuðulspolitikkur, føroyskt sjónvarp til børn og ung og Tjóðpallur Føroya fyri bert at nevna nøkur øki.

Tí verða hesir spurnignar settir landsstýrismanninum ímentamálum.