Fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum um journalistútbúgving

1) Eru ætlanir um at seta á stovn journalistútbúgving í Føroyum?

2) Hvørjir fyrimunir eru við at skipa journalistútbúgving í Føroyum?

3) Hvussu átti ein møgulig føroysk journalistútbúgving at verið skipað?

Miðlar fylla nógv í almenna rúminum og hjá einstaka borgaranum og miðlalandslagið er nógv broytt – ikki bara í Føroyum, men eisini um allan heim. Til evnið miðlar hoyrir eitt kjak um m.a. vald, valdsbýti, samfelagskritikk, fólkaræði, um mál og um journalistiska handverkið.

Í 2011 varð álitið, “Betri miðlar” handað táverandi landsstýrismanni í mentamálum, og í innganginum verður nevnt, at Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir við eini “miðlafrøðiútbúgving”. Tó fyllir málið um útbúgving ikki nógv í álitinum, sum viðurkennir, at føroyska miðlaøkið er ungt, at ikki nógv er granskað í føroyskum miðlum, og at ein slík útbúgving kann slóða fyri, at miðlaspurningar verða meira viðgjørdir í framtíðini. Tó er eingin útbúgving sett á stovn, hóast stutt skeið um miðlar eru partur av lestrinum á Føroyamálsdeildini.

Stórar avbjóðingar eru í føroyska miðlandslagnum, og kjakið um Public Service, um miðlastuðul, um journalistiska handverkið og um støðuna hjá føroyska málinum, kundi bent á, at vit júst hava tørv á at stovnseta eina útbúgving, har tey, sum starvast innan miðlaheimin og tey, sum ynskja at stavast innan miðlaheimin, kunnu taka útbúgving og førleikamennandi skeið og kunnu styrkja fakliga samskiftið um journalistik, um fjølmiðlaábyrgd, um leiklut miðlanna í einum fólkaræði og ikki minst um føroyska málið í miðlahøpi. Sínamillum og í samfelagnum sum heild. Harafturat er ein natúrlig avleiðing av eini útbugving, at fleiri viðgerðir og kanningar verða gjørdar innan økið, og at lagt verður upp til gransking innan evnið í størri mun.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á løgtingi, hin 18.09.2018

Hanna Jensen