Fyrst og fremst eitt útbúgvingarmál!

Námsfrøðilig hjálparfólkaútbúgving er ein forsømd søk, tað vísir orðaskiftið, sum hevur verið, síðani hon aftur kom á breddan eftir seinastu lønarsamráðingarnar við Pædagogfelagið.

Ikki minst hevur tað ørkymlað, at landsstýriskvinnan á økinum beinanvegin boðaði frá, at slík útbúgving skuldi setast á stovn í Suðuroy. Og nú løgmaður endurtók hetta eftir kreppufund í Suðuroy, hava mangar útsagnir víst greitt, at útbúgvingarmálið stendur veikt, eins og virknaður á rættindi og møguleikar er ógreinaður.

Tað einasta, sum tykist vera kent, er staðsetingin. Og tað er ikki nóg gott! Tí tá fáa vit eina kenslu av, at hetta mest er partur av eini menningarætlan. Men vit hava skyldu til at fyrireika eina útbúgving sum eitt útbúgvingarmál fyrst og fremst. Tí hetta útbúgvingarátakið verður væleydnað, um tað fer at nøkta ein tørv á arbeiðsmarknaðinum kring alt landið, og um tað styrkir støðu hins einstaka viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum. Gamaní er mennandi fyri eitt øki, at útbúgvingarmøguleikar finnast, men í einum landi á stødd við Føroyar og við fólkatali sum okkara er tá einamest talan um fólkaskúla, miðnám og ymisk eftir- og háskúlatilboð.

Um rætt verður farið fram, so viðgera vit innihald og virknað fram um staðseting, nú vit skulu seta á stovn námsfrøðiliga hjálparútbúgving. Tí enn spyrja tey, sum skulu væntast at skula taka útbúgvingina: Hvussu fer útbúgvingin at verða skipað? Fer útbúgvingin at gera, at hjálparfólk fáa tryggari setanartreytir og hægri løn? Hvussu verða fíggjarviðurskiftini undir lestri? Og seinast, men ikki minst: verður útbúgvingin skipað sum ein partur av pædagogútbúgvingini, so hon samstundis er ein íløga í víðari útbúgving seinni, um tann lesandi skuldi havt hug og møguleikar til tess?

Harafturat viðgera mong hetta, at málbólkurin, fólk í øllum aldri, úr øllum landinum og við ymiskum familjustøðum, tykjast skula flyta bústað í longri tíðarskeið fyri at fáa atgongd til ætlaðu útbúgvingina.

Og eingin við ábyrgd hevur viðurkent, at hetta er ein avbjóðing og møguliga ein forðing, og heldur ikki hevur spurningurin um fjarlestur og um fleiri staðsetingar verið frammi alment. Men hesar spurningar mugu og vilja vit viðgera nærri – tað er okkara skylda í einum útbúgvingarmáli; ein útbúgving, sum landinum tørvar, kann ikki einans verða viðgjørd sum menningarætlan fyri eitt ávíst øki.

Tá um útbúgving ræður, so er tað altíð fyrst og fremst innihaldið og virknaðurin av útbúgvingini, sum hevur týdning. Bygningar og staðsetingar koma í aðru røð. Námsfrøðilig hjálparfólkaútbúgving er ikki eitt nýtt mál, tí støðan hjá teimum ófaklærdu, sum arbeiða sum hjálparfólk, er heldur ógreið, er ikki so høgt raðfest og er aftur komin rættiliga í fokus, nú egið felag fyri stuttum er stovnað í hesum starvshópi, Føroya Hjálparfólkafelag. Uttan at fara nærri inn í avbjóðingarnar hjá nýggja felagnum og hjá Pædagogfelagnum, so hevur, sambært nýstovnaða felagnum, einki samskifti verið við tey um korini.

Til seinast, so mugu vit rokna við, at nógv tilkomin fara undir hesa útbúgving, og tá eiga evni sum lestrar- og yrksivegleiðing eins og førleikameting at vera partur av fyrireikingini av eini útbúgving, sum í Føroyum má metast at liggja innan Vaksnamannaútbúgvingarøkið, sum støðan og starvshópurin sær út í dag.

So latum okkum viðgera útbúgvingina nærri, innihaldsliga, viðvíkjandi virknaði - og so viðvíkjandi staðseting.

Hanna Jensen

Framsókn