Grein 52 fyrispurningur um undirvísing í fremmandamálum á miðnámi, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um undirvísing í fremmandamálum á miðnámi, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS §52a)

1. Hvussu nógv lesa danskt, franskt og spanskt á miðnámi í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

2. Hvussu mong hava søkt danskt, franskt og spanskt í umsóknunum til miðnám til komandi skúlaár og hvussu nógv nýggj hold væntast at verða upprættað kring landið?

3. Er nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í donskum, fronskum ella sponskum máli?

4. Hvussu samsvarar hendan støðan í útbúgvingarskipanini fyri miðnám við tørvin hjá føroyska  samfelagnum á eini fjølbroytt útbúnari arbeiðsmegi?

Viðmerkingar:

Tá núgaldandi breytaskipanin á miðnámi varð sett í verk í august í 2013, vóru víðfevndar broytingar gjørdar í mun til undanfarnar skipanir á miðnámsstigi. Millum annað varð danskt avtikið sum kravd lærugrein og sett inn í somu pulju av valfríum fremmandamálum, sum týskt franskt og spanskt liggja í. Harafturat varð upprunaliga kravið um 2.fremmandamál afturat donskum og enskum avtikið á sokallaðu náttúrubreytini.

Samstundis er latín eisini farið frá at vera kravd lærugrein, hjá teimum sum lesa mál, til at vera vallærugrein.

Nú fyrstu studentarnir frá nýggju skipanini eru útskrivaðir á sumri 2016 og næsta lið er á veg, er neyðugt og av almennum áhuga at fáa innlit í, hvat omanfyri nevndu broytingar hava av avleiðingum fyri skipanina og harvið samfelagið.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 20. mars 2017

Hanna Jensen