Grein 52 fyrispurningur um undirvísing í týskum, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam

Fyrispurningur um undirvísing í týskum, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv lesa týskt í fólkaskúlanum í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

2. Hava allar framhaldsdeildir týsktfrálæru í 8. og 9.flokki?

3. Hvør var yvirskipaða ætlanin, tá kravið um týskt í Fráfaringarroynd Fólkaskúlans varð slept í mun til upptøku á nýggju Hugbreytini frá 2013?

4. Hvussu nógv lesa týskt á miðnámi í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

5. Hvør er orsøkin til nýggja býtið í tvey lærugreinastig á miðnámi: týskt framhaldsmál og týskt byrjanarmál?

6. Hvussu mong hava søkt týskt í umsóknunum til miðnám til komandi skúlaár og hvussu nógv nýggj hold væntast at verða upprættað kring landið?

7. Hvussu nógv eru undir útbúgving sum týsktlærari á Fróðskaparsetri Føroya í dag, og hvussu nógv eru útbúgvin seinastu 10 árini?

8. Er nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í týskum máli?

Viðmerkingar:

6.desember 2016 setti undirritaða landsstýrismanninum munnligan fyrispurning um undirvísing í týskum. Undir orðaskiftinum kom fram, at færri lesa týskt í dag enn fyri bert fáum árum síðani. Og grundað á fyrr settu spurningarnar – serliga um undirvísing í týskum í fólkaskúla, á miðnámi og á føroysku læraraútbúgvingini - er áhugavert at fáa meira ítøkiligt svar upp á nakrar spurningar viðvíkjandi støðuni hjá lærugreinini týskt í samlaða føroyska útbúgvingarverkinum í dag, nú vit eru farin inn í jubileumsárið 500 fyri trúbótina og stóru týsku samfelags- og mentanarávirkanina heilt upp í okkara tíð Málførleikar plagdu at vera ein styrki hjá okkara næmingum, sum fóru undir hægri lesnað. Í hesum sambandi kann nevnast, at førleikarnir í máli sum heild eru víkjandi, nú danskt er niðurraðfest í miðnámsskipanini frá 2013, og fremmamdamálini markant niðurraðfest.

Vit vita, at hesi fak geva næmingum ein fakligan og ein alment dannandi lærdóm, har næmingar bæði læra at tosa, lesa og skriva t.d. týskt, og harafturat eisini fáa innlit í mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í einum landi. Hetta eru fyrimunir, sum ikki bara ríka einstaklingin persónliga, men sum vinnufyritøkur, mentanarstovnar og politiska skipanin hava stóran tørv á.

Støðan er soleiðis í nýggju miðnámsskúlaskipanini, at umleið helmingurin av næmingunum, ið fáa miðnámsprógv í dag, bert hava 2 mál á A-stigi – føroyskt og enskt. Sum støðan er nú, góðtekur útbúgvingarskipanin í Føroyum, at næmingar onki nýtt mál læra, eftir at teir hava fingið enskt í 4. flokki og spurningurin er tá, um vit eru nóg framsøkin vegna okkara børn og ungdóm. Spurningurin er eisini, um vit eru nóg tilvitað um føroyskt vinnulív, føroyskt diplomati eins og mál- og mentanarførleikar og -fatan í Føroyum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum

Á Løgtingi, 20. mars 2017

Hanna Jensen