Valevni í Eysturkommunu

Hanna Jensen

Hanna er 43 ára gomul, fødd í Keypmannahavn, uppvaksin í Havn, á Argjum og í Leirvík, men hevur nú búð størsta partin av lívinum í Norðragøtu. Hon er gift og hevur 3 børn.

Hanna er útbúgvin MA í føroyskum og fronskum, hevur undirvíst í hesum lærugreinum á miðnámi á Kambsdali í mong ár og virkað sum lestrarvegleiðari. Hon er franskur konsul í Føroyum. Hanna hevur verið virkin í politikki leingi, stovnaði saman við Poul Michelsen Framsókn fyri gott 5 árum síðani og hevur verið kommunalpolitikkari í 9 ár. Hanna varð 1.september í fjør vald í løgtingið fyri Framsókn og er m.a. forkvinna í Mentanarnevndini.

Hanna bjóðaði seg fram fyri Framsókn til seinasta kommunuval og varð vald.

- Eg leggi dent á fíggjarligt støðufesti, sterkar kjarnutænastur í nærumhvørvinum, góð samstørv og stórt frælsi fyri borgaran.

- Okkara politikkur er eyðkendur av stórum umhugsni fyri umhvørvi, mentan og list. Vit seta okkara álit á vinnu, førleikamenning og nýskapan.

- vit skulu framvegis vera tann framfýsna kommunan, tær sterku og áhugarverdu bygdirnar, sum vit valdu at búsetast í, og sum mong seinastu tíðina hava valt sum sítt heim - eisini tey, sum eru komin langvegis úr ymiskum londum til okkara serstaka øki.

Hanna er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8 november.

Les fyrstu valgreinina hjá Honnu her