Hanna Jensen - Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu um snikkaraútbúgvingina

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um snikkaraútbúgvingina

1) Hví er skúlaskeiðið til snikkaraútbúgvingina steðgað í Føroyum?

2) Hvør er kostnaðurin av at hava skúlaskeiðið til snikkaraútbúgvingina í Føroyum?

3) Eru møguleikar fyri samlestri við aðrar útbúgvingar innan timburøkið?

4) Nær kunnu vit vænta at fáa niðurstøðurnar av eftirmetingararbeiðinum av yrkisútbúgvingarøkinum?

Viðmerkingar:

Tað frættist frá yrkisútbúgvingarøkinum, at avgerð er tikin um at skúlaskeiðið til snikkaraútbúgvingina ikki longur skal liggja í Føroyum. Tað kann undra, at hendan avgerð er tikin, áðrenn niðurstøðurnar av eftirmetingararbeiðinum av yrkisútbúgvingarskipanini eru kendar. Rákið um at lesa óg útbúgva seg í Føroyum talar eisini ímóti at steðga eini so grundleggjandi skúlagongd her í landinum.

Tí verða hesir spurningar settir.

Hanna Jensen, Framsókn