Hanna Jensen: Pisurøða á Kambsdali, 21.juni 2017

Góðu pisur. Hjartaliga til lukku við hesum stóra degi tykkara, nú seinastu próvtøkurnar á miðnámi eru farnar aftur um, og tit eru komin saman til TYKKARA pisufund.

Hetta er ein stórur dagur, tað veit eg av sonnum av royndum. Fyri júst 25 árum síðani stóð eg her – tað vil siga á Gøtusandi - og minnist kensluna enn – og tá eg hyggi at myndunum frá júst hesum degnum, tá síggi eg eitt smíl, sum er nærum himmalskt. Og enn í dag, tá eg hitti tey, sum eg gekk í flokki við við Gøtugjógv, har gamli Studentaskúlin í Eysturoy helt til, so brennur hjartað í mær, um hesa tíð, sum tað er so ringt at seta fullgóð orð á, tá vit í bestu ungdómstíð upp á skift bæði stríddust og tóku okkum av løttum saman. Og tá vit sótu undir orðum og kunnleika mongu dugnaligu læraranna.

Tað er fyri meg ómetaliga hugtakandi at síggja tykkum sita her – ein árgangur, sum fer at gera mun og síggjast aftur – tað hava vit søgulig prógv um:

Tíðarskeiðið, sum eg gekk á miðnámi, var frá 1989 til 1992. Og eg fari at taka nøkur dømi um, hvat summi av teimum, eg gekk í flokki og á árgangi við, ella sum gingu eitt og tvey ár undan mær og eitt og tvey ár eftir meg, gera:

Minst tvær eru tannlæknar

Fleiri eru verkfrøðingar – m.a. onkur sum arbeiðir við Eysturoyartunlinum

Fleiri eru sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsum og stovnum kring landið og ikki minst í eldrasamstørvunum NÁND, Roðanum, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS – fyri at taka dømi úr økinum, tit flestøll eru úr.

Ein er nýsettur stjóri í Kringvarpi Føroya og onnur hava týðandi størv á mentanarstovnum kring landið.

Fleiri eru lærarar í fólkaskúlunum kring landið og ikki minst í økinum, tit eru úr.

Summi leiða stórar fólkaskúlar

Fleiri hava gjørt seg galdandi innan yrkinga- og tónlistaheimin

Summi gera um seg innan spírandi filmslistina og filmsvinnuna

Tvey sita á Føroya løgtingi í løtuni

Fleiri hava gjørt seg galdandi á bestu liðunum í føroyskum fótbólti – eisini á landsliðnum

Summi sita í býráðum í hesum økinum, vit liva í.

Fleiri hava roynt seg í mannarættinda- og hjálparfelagsskapum

Fleiri hava leiðandi størv í ferðavinnuni

Fleiri undirvísa í tykkara/ okkara skúla

Onnur hava leiðandi størv á hesum skúlanum

Fleiri tosa flótandi týskt, spanskt og franskt – antin tí tey hava tikið útbúgving til at brúka tað, ella tí tey lærdu seg tað av áhuga á leiðini, ella lærdu tað av virksemi, tey luttóku í.

Summi tosa arabiskt og inn ímillum eru fólk, sum hava lært onnur mál sum Tai og Japanskt

Summi arbeiða í alivinnuni, summi í fiskivinnuni

Summi arbeiða í byggivinnuni

Summi eru í ymiskum spennandi størvum uttanlands – í m.a. oljuvinnuni

Summi arbeiða í ábyrgdarstørvum í bankaheiminum, summi í slíkum størvum í tryggingarheiminum

Summi valdu sjólívið og fiska ella sigla við farmi ella arbeiða innan ferðafólkaflutning

Onkur granskar føroyskar bókmentir á Fróðskaparsetrinum

Summi hava stovnað egna fyritøku

Summi granska hav okkara

Summi eru námsfrøðingar og ansa børnum og arbeiða við fólki við serligum avbjóðingum í øllum Føroyum og fleiri í hesum økinum, sum tit, kæru pisur, búgva í.

Summi eru viðurkendir arkitektar

Summi eru...

Og soleiðis kundi eg hildið fram. Fleiri geirar og fleiri yrki eru ikki nevnd, sum kundu verið nevnd. Og skjótt koma vit til ta niðurstøðu, at í einum árgangi finnur tú næstan allar geirar í samfelagnum og næstan allar kreativar greinar og øll frítíðaráhugamál. Og vert er at hava í huga, at ofta veit ein ikki, um hetta mundið í lívinum, um stóra frítíðarítrivið skal gerast yrkisleið ella skal halda fram at vera tann stóra passiónin sum frítíðarítriv. Vit síggja, at mong geva eitt stórt íkast í felagslívi og áhugaøki við síðuna av eini yrkisleið, tey valdu at fara til gjøgnum útbúgving.

Tit eru partur av eini spennandi menning av føroyska samfelagnum. Fyri tykkum, so er hetta eitt skúlatíðarskeið, sum fær stóran týdning fyri tykkara sosialu, mentanarligu og fakligu netverk restina av lívinum. Í ár eru 25 ár síðani eg og mínir javnaldrar vórðu liðug sum studentar við Gøtugjógv ella frá Handilsskúlanum. Árið eftir – í 1993 - flutti Studentaskúlin og HF- skeiðið við Gøtugjógv, sum tann skúlin æt tá, til Kambsdals í nýggj høli beint við Handilsskúlan á Kambsdali, sum varð bygdur har í 1989.

Studentaskúlin byrjaði í 1982 og Handilsskúlin byrjaði væl fyrr, men flutti í hølini her í 1990.

Hesir skúlar vórðu lagdir saman á sumri í 2015 - í tykkara tíð. Tit eru tey seinastu, sum byrjaðu á hvør sínum skúla, tit sum hava gingið á trý-ára breyt. Summi tykkara – sum hava gingið á tvey-ára breyt, kenna bert til nýggja skúlan, um eg kann kalla hann so.

Tit eru eitt dømi – ein lind í føroysku útbúgvingarjarðfrøðini, ein skurður inn í útbúgvingarstøðuna í Norður Føroyum og í menningina í føroyska samfelagnum. Tit koma nú beint úr einum tí mest fjøltáttaða fakliga umhvørvinum, vit kunnu finna í Føroyum, her so at siga øll fakøki eru umboðað við einum ella fleiri fakfólkum og undirvísarum. Tit eru partur av hesum 50 túsund fólkunum, sum búgva í Føroyum í dag, sum tosa tað føroyska málið (saman við nøkrum afturat, sum búgva í útlegd) og eru týdningarmiklir byggisteinar í framtíðar Føroyum. Tit búgva og eru flest tykkara vaksin upp í hesum parti av Føroyum, har sterk íverksetaramentan og skapan trívist. Í einum øki við mongum sterkum bygdum og smærri og størri býum, við hvør sínum brigdi, mentan – ja, sjálvt máli/dialekt. Tað er torført at meta um alt ríkidømið, sum liggur í hesum førningi.

Og vit kunnu lættliga falla í grøvina at byrja at tosa um nyttuvirði einans – av tykkum sum borgarar, av íløguni í tykkara útbúgving, av skipanum kring tykkara livitíð og pensjónir, kring tykkara arbeiðslív og frítiðarlív og tykkara framtíðar búseting. Men latum okkum aldrin gloyma, at tær relatiónirnar, tær upplivingarnar, tann felagsskapurin, tað dannilsi, tit hava verið ígjøgnum - í hesum førinum í skúlatíðini her á Kambsdali, eru minst líka týdningarmikil fyri tykkara framtíð, sum sjálvt fjøltáttaða fakliga innihaldið, sum eg tó veit, tit hava fingið í ríkiligt mát. Ein vitan um, hvussu vit gleðast við hvør øðrum, um hvussu vit hjálpa hvør øðrum í lívsins avbjóðingum og ein vitan um, hvussu vit fóta okkum aftur, tá vit snáva fakliga, heilsuliga, sálarliga, í kærleika, treysti og trúgv.

Nú á døgum tosa vit um hugtakið Lívlong Læring og fyri flestu tykkara, sum standa/sita her, er útbúgving og læra ikki tað, sum liggur fremst í huganum í dag og næstu mánaðirnar. Hóast vit øll vita, at tit skulu fyrireika tykkum til eina ókenda framtíð.

Takið eitt tílíkt hugtak og mongu møguleikarnar í tí til tykkara: Lærið tykkum tað tit noyðast, men ikki minst tað, tit hava hug til. Tí hetta hugtakið Lívlong Læring eigur at fevna um tað lívlanga, men eisini um tað lívsumfevnandi – á enskum Lifelong og Lifewide - tað, sum hevur við alt lívið at gera – tað heila lívið!

Nýggjastu tølini frá STUDNA eins og kanningar millum tykkum ungu vísa, at fleiri og fleiri ynskja at læra, útbúgva seg og lesa í Føroyum og tað er í sjálvum sær ein spennandi gongd.

Fólkini handan PISA siga m.a.: "Orsaka av skjótu búskaparligu og sosialu broytingunum skulu skúlar í dag útbúgva lesandi til størv, sum ikki eru til, tøkni, sum enn ikki er uppfunnin og trupulleikar, sum vit enn ikki vita fara at taka seg upp." (orðini er Andreas Schleicher, siteraður fyri, (OECD 2011), og Óli Wolles týddi til føroyskt)

Norski heimspekingurin, Arne Næss hevur eina høvuðstesu um, at tað er einki mótstríð millum kenslur og skil (ratio), tá bert skilið er nóg skilagott til at viðurkenna sentrala týdningin, kenslur hava fyri skilagóðar avgerðir.

Sagt verður um Sálomon kong, at hann er vísasti maður, sum hevur livað. Hann sigur í Gamla Testamenti: “Varðveit hjarta títt fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út; (Orðt.4,23)

Í hjartanum býr stórur partur av neyðuga sjálvstreystinum, resillience’inum, sum er: lívsmáttur, glaðlyndi, reystleiki, treystleiki, sum tykkum tørvar, tá tit taka avgerðir víðari fram á leiðini.

- - -

Karl August Tavaststjärna yrkti seint í 1800 um Finnland, tá hungursneyð og kreppa og fráflyting var: “Tú, mítt karga land, sum bakar gróthart møðisbreyð. Syrg tað ei, at her tú missa má tín besta eyð! Gavst tú áður synir til at verja tjóðarrættin, tol tað tvífalt væl, nú tína gávu fær øll mannaættin!”. Kanska eru hetta stór orð, og tit kunnu spyrja, hvussu tey eru viðkomandi fyri okkum. Men soleiðis kenni eg tað ein dag sum í dag, har eitt ættarlið, ein árgangur verður útskrivaður úr føroyska miðnámsverkinum. Føroyar eru eitt land, sum letur lutfalsliga mong frá sær til onnur lond í lesnað og størv. Sjálvandi fara tit í avmarkaðan mun út um allan heim, men FLEIRI tykkara fara víða um – fyrst á ferðum og síðani í lestrarørindum og í arbeiðslívinum.

Føroyar hava fostrað tykkum, men nú er valið tykkara eins og stórur partur av ábyrgdini og her koma orðini hjá Jóannesi Nielsen, úr yrkingini Til Føroya, veruliga til sín rætt: “..við Føroyum innan í mær sum ein glóðheitan ovn”. Hvat merkir hetta? Tosa vit um naiva nationalismu?

Nei, hetta er ein orðing, sum rúmar, at tær Føroyar, sum tit eru sprottin úr, fylla tykkum og motivera tykkum, eru grundvøllur, sum tit byggja tykkara fatan av øðrum mentanum og skipanum á. Hesin ovnurin innan í tykkum kann eggja tykkum til, tá tit ogna tykkum útbúgvingar og aðra vitan og royndir:

Tær mentanarligu og málsligu Føroyar, tit kenna

Tær vinnuligu Føroyar, tit kenna

Tær samfelagsligu Føroyar, tit kenna

Tær politisku Føroyar, tit kenna

Tær Føroyar, tit kenna, í mun til demokrati og frælsi

Tær átrúnaðarligu Føroyar tit kenna

o.s.fr.

Latið hendan ovnin geva verki tykkara orku, har tit fara út til mannaættina:

Antin tað er til vinnuliga, heilsuliga, samfelagsvísindaliga, kreativa, náttúruvísindaliga ella hugvísindaliga geiran tit fara. Antin tað er í starvi, frítíðarítrivi ella sjálvbodnum arbeiði, antin tað er har úti langt burturi ella her heima í Føroyum,

Ofta rokut, røsk og ráðislig – fyri okkum altíð vøkur, vónrík og vinnandi hvør á síni leið

Vit vóna sjálvandi, at tit koma aftur – enntá til hetta umhvørvið, sum vit hava so nógv góð dømi um, men gerið alt við Føroyum í hjartanum – antin tit verða her, tit fara og koma aftur ella um tit fara og gera tykkum galdandi úti í heimi – og kanska – ja, vónandi við onkrum sambandi til føroyska samfelagið.

Takk fyri og enn einaferð hjartaliga til lukku, nú tit eru klár at fara á flog!


Hanna Jensen