Hanna Jensen verður forkvinna í vinnu- og havnanevndini

Samgongan í Eystur kommunu, millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hevur nú skipað seg soleiðis, at Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri og Árni Jacobsen verður varaborgarstjóri.

Nevndarsessirnir verða býttir soleiðis:

Fíggjarnevndin: Jóhan Christiansen, formaður, Gudny Langaard næstforkvinna

Byggi-og býarskipanarnevndin: Tollakur Joensen, formaður, Árni Jacobsen, næstformaður

Vinnu-og havnanevndin: Hanna Jensen, forkvinna, Gudny Langgaard, næstforkvinna

Mentanarnevndin: Hans Mourits Foldbo, formaður, Hanna Jensen, næstforkvinna

Trivnaðarnevndin: Hans Mourits Foldbo, formaður, Hanna Jensen, næstforkvinna


Listi A fær umboð í øllum føstu nevndunum umframt 9 aðrar nevndarsessir.

IRF:Tollakur Joensen (varamaður: Hans Mourits Foldbo)

SEV:Hans Mourits Foldbo (varamaður: Tollakur Joensen)

Eldratænastan NÁND: Jóhan Christiansen, Hanna Jensen, Gudny Langgaard

Komandi dagarnar verður yvirskipað samgonguskjal skrivað.