Harra løgmaður – skipa eina kreppustjórn!

Framsókn skjýtur upp, at løgmaður skipar eina kreppustjórn, ið skal tryggja, at stórmálini, ið arbeitt hevur verið við, ikki detta niður fyri.Nú, tá ið Føroyum, mest av øllum, tørvar politiskar flokkar, ið vísa ábyrgd, ber ikki til at sleppa øllum á gólvið, bara tí at einstakir flokkar eru farnir undir valstríð.Støðan, sum Føroyar eru í, er alt ov álvarsom til politiskt ábyrgdarloysi 5 minuttir í eitt løgtingsval.Málini, sum kreppustjórnin skal bera í Løgtingið til viðgerðar – og avgreiða eru m.a.:

Kommunureformurin

Fiskivinnureformurin

Stjórnarskipan fyri Føroyar

Teir kostnaðarkarmar, ið sigast vera orsøk til eitt møguligt samgonguslit, eru uttan iva nakað, sum ein kreppustjórn kann semjast um. Tað er eyðsæð, at leggur ein stjórn frá sær í úrtíð, skal byrjast av nýggjum. Og tað hava Føroyar snøgt sagt ikki ráð til – samd og ósamd.

Í skrivandi stund tekur Framsókn undir við eini møguligari kreppustjórn