Hitt teir báðar í Sirkus mikukvøldið 2. noveber kl.21.

Hitt Róald og Høgna í Sirkus

Teir vilja hava lestraríbúðir, nógv fleiri grundøki og Havnina at fáa enn meira stórbýardám. Hitt Róald og Høgna í Sirkus mikukvøldið 2. noveber kl.21.

Filmur við teimum báðum sæst her

Høvuðsstaðurin megnar ikki at taka ímóti teimum nógvu fólkunum, sum droyma um at seta búgv her. Kommunan hevur onga goymslu. Orsøkin er rætt og slætt tann, at undanfarin býráð hava ikki hugt nóg langt fram í tíðina.

Enn fleiri framfýsin fólk skulu velja at búgva í Tórshavnar kommunu. Men øll sleppa ikki upp í part, tá ið grundstykki verða lutað út. Býrt tú ikki í kommununi, fært tú ikki tillutað grundstykki. Útisetar sleppa ikki framat, og fólk uttan fyri Havnina sleppa ikki framat. Tað fer Framsókn at broyta.

Nú skulu fleiri íbúðir til lesandi byggjast. Hetta ger tað bæði lokkandi hjá ungum fólki at
taka útbúgvingina í Føroyum og gevur eisini okkara vaksandi býi ein dragandi stórbýardám. Komandi fýra árini fara vit at raðfesta eina lund við 120 lestraríbúðum í Álakeri – ella úti
á Rundingi – í Havn. Økið er nær gransking og útbúgving. Til gongu er stutt til Setrið á Debesartrøð, Landssjúkrahúsið, Vinnuháskúlan og Havstovuna. Og eitt hanagleiv burtur er miðbýurin.