Hjúnabandslógin samtykt

Loksins varð hjúnabandslógin samtykt við triðju viðgerð. Lógin nágreinar grein 14, stk 2, at tað er upp til kirkjuna at gera av, hvørt hon vil signa samkynd ella ikki.

Uppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Andstøðan legði fýra broytingaruppskot fyri løgtingið, herímillum at koyra broytingina um hjúnabandslógina til fólkaatkvøðu, men øll vórðu feld.

Við samtyktini er tað upp til kirkjuna, um samkynd skulu signast í kirkjuni ella ikki.