Hvussu átrokandi er broyting í fosturtøkulógini?

Nú leika summi í um fosturtøku, sum um var hetta eitt sera átrokandi mál at viðgera og broyta karmarnar fyri. Vit kunnu øll falla í ta grøvina at hugsa, at av tí at lógin er gomul, so skal hon broytast.

Men hyggja vit at støðuni í Føroyum í dag, so er talið á fosturtøkum framdar í Føroyum dalandi og uppáhaldið um, at tað er tí føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku framda, tykist heldur ikki serliga sterkt, sum tølini tala.

Hoyra vit kjak um verandi lóg og praksis, so skilst á øllum brøgdum, at tann kvinnan, sum vil hava fosturtøku, hon fær sum oftast fosturtøku, men samstundis eru nøkur verjandi filtur inni í lógini, sum bera boð um eitt samfelag, sum ynskir lív og verjir lív í størstan mun.

Afturat hesum kemur, at orðingin “frí fosturtøka” er ein alt ov ógreið orðing at nýta í kjakinum. Einki land í heiminum hevur fría fosturtøku. Danmark, sum summi halla seg nógv til, hevur nokk liberalari fosturtøkutreytir enn fleiri av grannalondunum, men so eru aðrir týdningarmiklir munir á lóggávuni í ymiskum londum.

Eftir stendur, at skulu vit broyta lóggávuna, so mugu vit finna semjur um, hvør trupulleikin er. “If it aint broken, don’t fix it.” Kjakið gjøgnum árini í almenna rúminum, millum flokkar og í flokkum hevur víst, at flestu føroyingar ynskja tálmandi lóggávu á økinum og ynskja heldur, at ljós verður varpað á møguleikar fyri ta kvinnu, sum kemur soleiðis fyri, at hon umhugsar fosturtøku. Hesir møguleikar verða ofta kallaðir ráðgeving, vegleiðing og onnur hjálp undan støðutakan.

Tá so endalig avgerð skal takast, hvør er so mest tengdur at avgerðini sjálvari? Kvinnan sjálv, eyðvitað. Men fostrið er líka rakt av hennara avgerð, sum hon sjálv. Og so vita vit eisini, at nógv trupul viðurskifti kunnu verða tengd at, hvussu kvinnan sær sína støðu og hvussu fræls, hon satt at siga er, at taka eina støðu, hon verður nøgd við sum menniskja í framtíðini. Tí er hetta eitt eymt mál, sum hevur uppiborið eina virðiliga viðgerð og ikki ta stríð, sum verður øst upp í løtuni.

Og vit mugu spyrja okkum sjálvi, um tað at broyta avoldaðar orðingar í eini lóg frá 1956 kemur fram um ta ábending, at fosturtøka í Føroyum, hóast sera týdningarmikið, ikki er tað mest átrokandi politiska málið, og at praksis liggur tætt upp at tí, sum størsti parturin av Føroya fólki ynskir? Afturat hesum kemur, at landsstýriskvinnan innan heilsuøkið greitt hevur boðað frá, at hon arbeiðir ikki við at dagføra lóg um fosturtøku. Eg stuðli landsstýriskvinnuni í hesum, at málið er als ikki búgvið til støðutakan og er ei heldur á politisku dagsskránni hjá samgonguni. Heldur ikki hjá mær sjálvari.

Harafturat liggur tað mær á hjarta at siga, at niðurstøða ikki er gjørd í Framsókn um hetta mál, og sum ein liberalur flokkur, so lata vit fólk hava sínar sjálvstøðugu hugsanir um evnið. Fosturtøka er eitt mál, sum skal hava góða viðgerð og góða tíð. Avgerandi er eisini, at viðgerðin verður í einum hóskandi forum. Onnur mál og onnur lóggáva hasta meira í hesum samfelagi, lóg um fosturtøku er ikki mest aktuelt - vísandi til gongdina við fosturtøku í Føroyum, men er heldur eitt mál, sum summir flokkar og einstaklingar ynskja at nýta sum tilverugrundarlag. Hesum ynski eg ikki at stuðla og ynski ikki at taka eitt so týdningarmikið mál til gísla í politiska spælinum.

Hanna Jensen, tingkvinna