Janus Rein umboðar ikki longur Framsókn í Løgtinginum.

Leygardagin tók Janus Rein seg aftur sum tingmann fyri Framsókn og segði seg somuleiðis úr nevndini fyri flokkin.

Janus staðfestir, at samstarvið millum hann og formannin í longri tíð, síðani løgtingsarbeiðið byrjaði, als ikki hevur verið nøktandi. Hetta er orsøkin til, at hann hevur valt at taka seg úr flokkinum.

Vit í Framsókn harmast avgerðina hjá Janusi og fara brúka komandi tíðina at finna stevið eftir bakkastið. Vit arbeiða í løtuni við at leggja seinastu hond á valevnislistar til kommunuvali og hesir verða kunngjørdir í næstum.