Jólatræið í Hoyvík tendrað - Røða Bergun Kass

Góðu hoyvíkingar!
Fyrra helvtin av røðuni fer líkasum at snúgva seg um Hoyvíkina sum øki, seinna, um jólaboðskapin í verki.

Tað er mær ein fragd at standa her og samla okkum um jólatræið.


Gamlar og nýggjar hoyvíkingar, yngri sum eldri. Vegna okkum nýggju kann eg tosa um eina tilflytan, sum byrjaði sum ein kommunal útstykking - og sum nú hevur kirkju, barnagarðar, skúlar, samkomur, ítróttarhøll - fyri síðani at koma til forrætningar og matstøð.


Sjálvsagt í einum longri tíðarskeiði, og sjálvsagt tí fólk eisini kendu ábyrgd og tóku ábyrgd, har kommunan slepti, soleiðis at hús og grannaløg fingu lív og nútímans innihald.

Soleiðis hava vit fylgt nýggju Hoyvíkini - við grannaløgunum, vid havunum, vid spæliplássunum, vid gøtunum, vid grýlunum og so framvegis.
Alt tengt at einum nýggjum býlingi í uppruna og vøkstri. Men hvar er sálin ella hvar er rætti upprunin ella hvar eru fyrru niðursetingarnar?

Sum jólini hava eina siðvenju, bæði sum kristilig hátíð, men eisini sum høvi hja okkum at finna saman í røttum uppruna, kundi eg hugsað mær hetta høvi sum eina áheitan til okkara í Hoyvíkini, um at læra og kunna um uppruna og niðurseturbygd.


Tí tá vit tosa um Kýrdalsgarðin, Keldugarðin, Garðatrøðna, Høgugarðin ella Heima á Garði, so eru tað ikki støð vit kenna so nógv til – ella vita nógv um, og hvussu kunnu vit øll kenna Hoyvíkshólman sum okkara?


Tað hevði verið gott um skúlastýri og -leiðslur, foreldraráð og bygdafólk yvirhøvur, sóu tað sum eina spennandi uppgávu og sín leiklut at geva tilflytarum, og yngri fólki sum heild, bygdasøgu í viðføri.

Hvussu tað verður gjørt – er spurningur um áhuga og hugflog, og at taka yvir, har heimildarfólk hava verið so beinasom og framskygd at greitt frá og skrivað niður.


Og umframt hesa kunning og vitan, eisini sum eina roynd at samansjóva fólk, støð og grannaløg. Okkum haruppi, teim Inni á Gøtu, og tykkum herniðri, yngri sum eldri.


“Tað er so deiligt á Strondum, tí har eru eisini gomul fólk,” segði sonur mín, tá hann var lítil. Og sjálvsagt er hetta avleiðingin av býarplanlegging – og ein fylgja av tí eg her havi verið inni á, um nýggj og gomul grannaløg, sum eru frá hvørjum øðrum, og sum vit møguliga hava til uppgávu at samansjóva.

Og eisini tí standa vit her í dag, og eisini tí hava vit afturvendani tiltøk, sum geva okkum kensluna av at hoyra til, at vera saman og vera saman um nakað gott og gamalt, trygt og afturvendandi og sum eisini gevur frið í einum rokmiklum gerandisdegi.
Og tí tendra vit jólatrø.

Og nú komi eg til seinnu helvt um jólaboðskapin í verki.
Sum nýggj í hesari uppgávuni og sum nýggjur politikkari, vildi eg so fegin tendrað fleiri jólatrø, ja, allastaðir har myrkt og dapurt er, har sum til treingir og har fólk onkursvegna eru uttanfyri felagsskapin og sett til síðis, vildi eg tendrað eitt jólatræ, eins og eg vildi biðið tykkum gjørt tad sama.

Eins og ljósini á trænum kasta vakrari av sær sum ein samling, heldur enn einstakt ljós og sum samanhangandi keta geva eina javna og fevnandi ljósflatu, vilja eisini vit, sum menniskju, kasta meira av okkum og fevna fleiri, sum samanhangandi og størri hópur.

Tí vil mín jólaheilsan vera, at vit hugsa um hesi vidurskifti og í jólagávuhýri tendra ljós og geva meira av okkum sjálvum. Eina hjálpandi hond, eina løtu, ein túr, eitt oyra og annað, sum kann gleða onkran. Og her hugsi eg eisini um okkara eldru, sum treingja til umsorgan. Í allari vælferð og við øllum almennum skipanum, sum hava til endamáls at hjálpa og taka sær av, kann verða ein baksída.
Og hon er, at vit onnur sleppa, og kanska sleppa í ov stóran mun, og missa hvønn annan burtur, eins og ábyrgdina fyri hvørjum øðrum, tí tað er hvør sítt, at vera í almennari skipan og at vera í persónligum sambandi við onkran, sum hevur hug, tíð og yvirskot til sjálvboðið at geva av sær sjálvum, stytta stundir og ríka gerandisdagin fyri onnur.

Eisini nevna vit jólini sum eina barnahátíð, og er tað nakað, sum stendur eftir í minnunum frá barnatíðini, so eru tað jólini. Bæði í gleði og fjálgari kenslu, og hjá øðrum í ótta og ótryggleika yvir, at alt ikki var, sum tað átti at vera.
Tí er ivaleyst besta gávan til børnini, at vit sum vaksin seta okkum sjálvi og okkara tørv meira til síðis og njóta samveruna við børnini á einfaldan hátt.

Havi hug at enda við einum jólaørindi, úr einum av mínum yndissálmum, og serliga nú vit halda alt ganga við so nógvari ferð, er gott at steðga á við hetta ørindi.


Tað sótu seyðamenn á vakt

Og goymdu sínar smalur
Alt fylgið hevði stilt seg lagt
Ei lamb í líðum spælir
Sjálvt varnir hundar durva smátt
Í dølum valdar dimma nátt
Um Heimin Harrans friður.

Gleðilig jól og Harrans signing.


Bergun Kass