Valevni í Eysturkommunu

Jón Tyril

Jón Tyril er 42 ára gamal, uppvaksin í Norðragøtu, har hann eisini býr. Jón er giftur Elsebeth, sum er úr Leirvík. Saman eiga tey børnini Flóvin, Sunnevu og Elnu.

Jón hevur stóran part av sínum lívi fingist við tónleik og fyriskipan av ymsum slag. Jón var m.a. við til at stovna Tónleikasamtakið Grót, G! Festivalin og HOYMA. Jón arbeiðir nú sum sjálvstøðugur ráðgevi í samskifti, marknaðarførslu og fyriskipan.

- Mín sannføring er tann, at tey størstu framstigini og nýbrotini henda ikki innan ella vegna politisku skipanina, men sum úrslit av fríum fyritaksemi millum fólk, feløg og fyritøkur.

- Jú meira ábyrgd tú tekur frá fólki, tess minni ábyrgdarkenslu hava fólk. Tí skal kommunan ikki vera ov nógv ein stigtakari, men heldur ein positivur viðspælari. Ikki standa í vegin, men heldur lata upp fyri møguleikum.

- Valmøguleikarnir skulu verða fleiri, og hvør einstakur skal hava størri frælsi. Á tann hátt fáa vit meira dynamikk og nýskapan og harvið trivnað og framgongd.

Jón er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Jón her